Heimatíðindi

Nevndarformaðurin: - Hetta hava starvsfólkini ikki uppiborið

2020-05-20 13:57 Author image
Sveinur Tróndarson

- Hetta hevur verið ein ómetaliga keðilig tíð yvirhøvur. Vit høvdu stórar ætlanir, tá vit byrjaðu hetta árið, og tað var einki, sum bendi á, at orsøk var til nakað annað. Men so rakar hetta brádliga sum ein hamari, og so er alt broytt.

Soleiðis dregur Niels Mortensen saman um hesa tíðina síðan Atlantic Airways frá degi til dags meira ella minni gavst heilt við at flúgva.

Vanligar dagar hevði felagið nógvar fráferðir úr Vágum, til øll møgulig ferðamál, við føroyingum og eftir teimum aftur, og tað var lagt upp til, at eisini hetta árið skuldi vera merkt av vøkstri.

Men soleiðis skuldi tað ikki vera, og við eitt rakti ein nýggjur veruleiki felagið. Ein veruleiki, sum gjørdi tað ómøguligt hjá flogfelagnum og starvsfólki tess at gera tað sum eitt flogfelag skal gera. Nevniliga at flúgva og flyta fólk.

Tí steðgaði koronan, tá hon eisini gjørdi innrás hjá okkum. Hon hevur havt ein rættiliga stóran niðurtúr við sær, eisini hjá Atlantsflog, og týsdagin almannakunngjørdi felagið avleiðingina av hesum niðurtúri.

Uppsagnir í hópatali

Í nakrar dagar hevur ljóðað, at felagið fór at siga fólki upp, tí við øllum flogførunum meira ella minni permanent á jørðini, og við vánaligum útlitum, var ikki nógv annað at vænta.

- Hetta var tað einasta, sum vit kundu gera beint nú. Vit vita heilt einfalt ikki, hvønn veg pílarnir peika, og vit hava onga hóming av, hvør ferðin verður, tá flogførini hjá okkum aftur fara á flog, sigur Niels Mortensen.

Eingin ivast í, at felagið fer aftur á flog, og at tað tí aftur verður brúk fyri fólki. Spurningurin er tó bara, nær tað hendir og hvussu skjótt felagið sleppur uppaftur í fulla framleiðslu.

- Tað er ein av orsøkunum til, at vit í dag máttu taka til hetta stigið, sum er tað ringasta, sum man kann koma út fyri. Vit eru glað fyri okkara starvsfólk, men í hesum føri var eingin vegur uttanum, sigur Niels Mortensen.

Leiðslan hevur sitið og roknað uppá alt, sum kann roknast uppá, og úrslitið var, at 100 fólk fingu at vita, at tey ikki longur skulu arbeiða hjá Atlantic Airways.

Vónleys støða

Vanliga hendir tað, tá fólk vera uppsøgd í einum felag, at starvsfólkini kunnu leita eftir arbeiði aðrastaðni.

Hetta er bara ikki støðan í løtuni, tí so at siga øll flogfeløg kring heimin eru í somu trongu skóm.

- Emirates hevur akkurát sagt 30.000 fólkum upp, Thai Air er farið í gjaldssteðg og bæði Lufthansa, SAS og KLM hava framt stórar sparingar. Tí er í grundini einki stað hjá fólki at fara fyri at finna annað arbeiði, og tað er ein ræðulig støða at vera í sum starvsfólk, sigur Niels Mortensen.

Tí eru øll í sama báti, og tað rakar tey uppsøgdu enn harðari.

- Eingin av teimum uppsøgdu høvdu uppiborið hetta, tí hetta hevur ikki bara verið eitt arbeiðspláss. Hetta hevur verið teirra lív og tað er tað sum ger tað so ómetaliga harmiligt, sigur Niels Mortensen.

Spurdur, um felagið – ella nær – kann lova fólkunum arbeiði aftur, svarar hann, at tað er vónleyst at siga nakað um við vissu.

- Vit vita ikki, hvat hendir í framtíðini. Vit vita, at tað verður ikki latið uppaftur enn, og tí mugu vit tillagað felagið hareftir. Tað sum vit mugu hava í huga er, at tað kann vera, at vit sleppa at lata uppaftur, umleið 10 prosent, og tað er so tað sum tað er. Men hvussu leingi skulu vit koyra á hesum tíggju prosentunum, spyr hann og letur spurningin hanga í luftini.

Sterkt felag

Hóast tað í hesum døgum kanska ljóðar løgið, so er Atlantic Airways eitt sterkt felag. Ella, tað var tað í øllum førum, tá korona-kreppan byrjaði.

- Roknskapirnir sóu gott út áðrenn, men alt tað er líkamikið nú. Nú er gerandisdagurin ein annar, og so mugu vit tryggja okkum, so vit framhaldandi hava eitt sterkt felag, tá vit koma útaftur, sigur Niels Mortensen.

Tað er tað, sum nevnd og leiðsla fokusera uppá beint nú, so felagið er klárt at fara aftur til verka, tá gerandisdagurin, nær tað so enn verður, broytist aftur.

- Vit skulu vera til reiðar, tá tað letur uppaftur. Tá hava vit fingið eitt flogfar afturat, sum vit ikki kunnu lata vera við at taka ímóti, men tað ger eisini, at vit tá framhaldandi hava eitt gott felag og ein attraktivan samstarvsfelaga, sigur Niels Mortensen.

Hann viðgongur, at hetta høvdu hann og øll hini í nevnd og leiðslu felagsins, helst verið fyriuttan.

- Ja, hetta er ikki nakað man ynskir nøkrum. Hetta hevur verið ein harður umgangur, sum hevur tikið hart uppá okkum. Men hann hevur tikið nógv harðari uppá tey, sum hava mist starvið, tí hetta var meira enn teirra arbeiði, sigur Niels Mortensen, nevndarformaður í Atlantic Airways.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður