Heimatíðindi

Nethandlavirksemið nógv økt

(Mynd: Shutterstock)

(Mynd: Shutterstock)

2020-03-30 12:56 Author image
Bryndis Hjartardóttir

Nethandilsvirksemið koyrir við fullari ferð í løtuni, nú fólk heldur velja at sita heima og keypa, og tað er ikki óhugsandi at hendan tíðin fer at broyta keypsvanarnar hjá fólki.

Á Posta merkja tey, at nethandlilsvirksemið er nógv økt seinastu tíðina.

- Vit fáa eina rúgvu av fyrispurningum frá fyritøkum, sum hava stongt í løtuni og sum vilja hava okkum at koyra út fyri tey. So vit hava úr at gera í løtuni, siga tey á Posta. Og tað er tí tað eru fleiri pakkar at koyra út. Alt broytist og men serliga hesa tíðina, sigur Arina Bischoff, søluleiðari á Posta, sum heldur, at nógv bendir á, at sølan fer meira og meira í tann rætningin.

Eisini á Nudlavirkinum merkja tey stóran eftirspurning eftir nýggjum nethandlum. Fyritøkan gjørdi eitt lýsingarátak fyri stuttum og hevur fingið nógvar fyrispurningar um at gera nethandlar fyri ymiskar fyritøkur.

- Í løtuni er hetta mátin at gera tað uppá, um fyritøkan skal yvirliva, sigur Niels Uni Dam, stjóri á Nudlavirkinum.

Tað sum eyðkennir hesar fyritøkur er, at hetta eru handlar ella støð, sum hava havt nógv samband við fólk, men nú eru ávirkað av, at fólk sita heima og ikki vilja fara til handils.

- Online er staðið har alt hendir í løtuni, og tað sæst eisini á lýsingunum, sum eru merktar av støðuni. So tað er absolut nokk at gera, sigur Niels Uni Dam.

Nógvar matstovur eru í millum fyritøkurnar, sum ynskja nethandil og fleiri øðrvísi fyritøkur, enn tær, sum vanliga selja á netinum.

Hann heldur, at hendan tíðin heilt sikkurt fer at broyta keypsvanarnar hjá føroyingum.

- Tá nethandlarnir í síni tíð byrjaðu í Føroyum var verri at fáa fólk at venja seg við at keypa ymiskt á eini heimasíðu, men nú eru tey noydd til tað, sigur Niels Uni Dam, sum ivast ikki í, at nethandlar fara at blóma, tá ið hendan tíðin er av.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður