Uttanlands

Angela Merkel stillar upp komandi ár

2016-11-16 06:51 Author image
Sigmund Vang

Tað hevur higartil ikki borið til at fingið svar frá Angela Merkel ella nøkrum í CDU-flokkinum, um sitandi samveldiskanslarin fer at stilla upp aftur, tá val verður í Týsklandi til september komandi ár. Hon hevur bert sagt, at hon fer at svara hesum spurningi, tá tíðin er búgvin.

Í gjárkvøldi helt Norbert Röttgen, formaður í uttanríkispolitisku nevndini í týska parlamentinum tó, at hann skuldi svara spurninginum. Í eini sending á enska CNN segði Röttgen, at Merkel fór at stilla upp, tá hann var spurdur um hetta.

Stórur spenningur hevur verið í Týsklandi og aðrastaðni í heiminum, um 62 ára gamla Angela Merkel fór at taka eitt skeið afturat (um hon vinnir valið væl at merkja) eftir at hava sitið 12 ár sum samveldiskanslari.

  

  

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Tjúguni í Føroyum

Tjúguni í Føroyum

Í 2017 yvirhálaðu føroyingar í tjúgunum teir í tretivunum við 19 menniskjum í fólkatali

Meira langlesnaður