NemID hevur kostað Nets milliónir

2016-08-29 09:18 Author image
Dimma

Higartil hevur leikluturin sum veitari av NemID til statin og bankarnar kostað felagnum Nets 377 milliónir krónur.

Tað skrivar Jyllandsposten í dag. Nets rekur millum annað Dankortið og aðrar bankatænastur so sum NemID, ið føroysku bankarnir eisini vilja hava sínar kundar at brúka.

Tað hevur eydnast Nets at økja inntjeningina munandi, og eftir ætlan verður farið á børsen áðrenn langt um líður, men higartil hevur uppgávan at geva statinum og bankunum eina talgilda undirskrift, ein digitalan signatur, altso givið felagnum stórt undirskot.

Fleiri keldur vilja sambært Jyllandsposten vera við, at Nets longu í hesi vikuni fer undir at skráseta felagið á partabrævamarknaðinum. Fyri tveimum árum síðan keyptu amerikanskir grunnar – Advent International og Bain Capital – Nets frá donskum bankum fyri 17 milliardir krónur.

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður