Kjak

Valið '19: Nei, Heðin Mortensen, Tórshavnar kommuna hevur ikki sovið í tímanum

Marin Katrina Frýdal, valevni Tjóðveldi

Marin Katrina Frýdal, valevni Tjóðveldi

2019-08-16 11:44 Author image
Marin Katrina Frýdal

Beint undan ólavsøku var landsstýrismaðurin í samferðslumálum í fjølmiðlunum og róði framundir, at tað var Tórshavnar kommuna, ið “átti apuna” av málinum um grótið úr Sandoyartunnlinum, tí kommunan hevði sovið í tímanum.

Tíverri var heldur ikki í hesum føri nakar kritiskur journalistikkur har til at kanna uppáhaldið og at varpa ljós á, hvørt hetta nú var sannleikin.

Lat meg byrja við at siga beinanvegin, at í hesum ítøkiliga máli havi eg als ikki verið partur av nakrari politiskari viðgerð í Tórshavnar býráði, tí eg eri ógegnig at viðgera tað ítøkiliga uppskotið um at tyrva grótið í haganum, sunnanfyri Velbastaðar bygd.

Ta landspolitisku slagsíðuna í hesum tunnilsmáli havi eg hinvegin bæði gott innlit í og áhuga fyri at varpa ljós á.

Sakin er jú tann, at orsakað av politiskum atgerðarloysi á samferðsluøkinum nú í nógv ár, valdi Løgtingið enn einaferð skákvegin at seta á stovn eitt partafelag til at taka sær av uppgávuni, ið Landið annars átti at latið sínum fakmálastovni, Landsverki, upp í hendurnar at tikið sær av.

Tunnilsfelagið hevur fingið eina bundna uppgávu, nevniliga at knýta saman punkt A og B á bíligasta hátt, og uttan nøkur yvirskipaði samferðslupolitisk atlit. Her hevur tann politiski viljin farið alt ov óskettin um og hevur ikki givið tunnilsfelagnum nóg neyvar fortreytir at virka undir. Allar tunnilsnevndirnar og leiðslurnar (Vágatunnilin, Norðoyðatunnilin og nú Eystur- og Sandoyartunnlar) hava, sum skilst, røkt sín arbeiðssetning til lítar, men arbeiðssetningurin frá politiska myndugleikanum hevur, eftir mínum tykki, verið alt, alt ov ófullfíggjaður, og hesum “bukki” er tað bert tann politiska skipanin, ið skal ábyrgdast fyri.

Tær avleiddu útreiðslurnar, sum hava staðist av, at tilmælini frá fakmálastovninum hava verið skúgvaði til viks, eru munandi, men tær hevur eingin hug til at tosa um nú.

Eftir Vágatunnilin arvaði Tórshavnar kommuna eina grótfylling á Oyrareingjum, ið hon mátti nýta stóra milliónaupphædd uppá til at skapa sum eitt líkinda havnarlag.

Landsverk, og ikki minst tey ferðandi, hava enn ampa og útreiðslur av vegastrekkinum á Hálsi í Sandavági, og alifyritøkan á Fútakletti av teimum avmarkingum, sum landsvegurin gevur teimum, bert tí at stuttskygd avgerð varð tikin um at gera tunnilin nakrar hundrað metrar styttri, heldur enn at leggja munnan eitt nú í grótbrotinum í Sandavági.

Eftir Norðoyartunnilin arvaðu leirvíkingar og Landsverk eitt eljustríð í mong ár um linjuføringina av tilkomuvegnum í Leirvík. Somuleiðis varð lopið upp um garðin, har hann er lægstur, í spurninginum um møguleikan at gagnnýta avlopshitan frá IRF til fjarhita í Klaksvík; spell, nú øll eygu annars eru vend at skynsamum orkuloysnum.

Eftir Eysturoyartunnilin hava bæði Tórshavnar kommuna og Runavíkar kommuna arvað stórar og umfatandi trupulleikar av óloystum uppgávum, sum landsmyndugleikin hevur skapt men bert skúgvað ábyrgdina frá sær í. Ferðslutrupulleikarnir í Havn og í Runavík, sum koma at standast av, at Eysturoyartunnilin letur upp uttan at ein skynsom loysn er funnin á tilkoyringarvegunum, verður ein alstór avbjóðing at loysa. Landið má og skal kenna sína fullu ábyrgd í hesum máli.

Leiðslan í Eystur- og Sandoyartunnlum hevur roknað seg fram til, at bíligasta loysnin at kvitta seg við tilfarið frá Sandoyartunnlinum Streymoyarmegin er at leggja grótið í rúgvu í eini lægd á Velbastað. Uppgávan, politiski myndugleikin hevur givið teimum (kommissoriumið teir hava fingið), fevnir heldur ikki um meira. Tað sama ger seg galdandi fyri staðsetingina av tunnilsmunnanum niðri við sjóvarmálan á Gomlurætt.

Hví kemur tunnilin ikki heldur út í Havnardali, kundi verið spurt. Hví kemur tunnilin ikki upp í buginum omanfyri Gomlurætt (har Merkið er málað), soleiðis sum fakmálastovnurin annars mælti til. Hví kemur tunnilin ikki út í norðara enda av plássinum á Gomlurætt (har kunningarskeltið stendur), soleiðis at havnarlagið fekk frið og framyvir kundi verið gagnnýtt til eitt nú at menna ferðavinnuna við. Og er verandi staðseting av tunnilsmunnanum tryggjað móti teirri hækking av sjóvarmálanum, sum komandi veðurlagsbroytingarnar spáa okkum?

Hví verður tunnilstilfarið ikki lagt í rúgvu at gagnnýta sum komandi byggitilfar (nøkulunda sum danska hugtakið grusgrav) við seinni høvi, eitt nú til at nýta í ábótum á samferðslukervið, at byggibúnað íbúðar- og vinnuøkir við o.s.fr., kundi eisini verið spurt.

Tá SEV framdi sínar stóru tunnilsverkætlanir í Eysturoynni, varð arbeiðið fyrireikað á skynsaman hátt við atliti at møguleikanum fyri seinni gagnnýtslu av tunnilstilfarinum. M.a. varð avtalað at leggja tilfar í rúgvu Norðskálamegin, sum Sunda kommuna síðani kann gagnnýta eftir tørvi. Sami leistur kundi havt verið nýttur í málinum um Eystur- og Sandoyartunnler. Men politiski myndugleikin, ið eigur býtisbarnið, tváar sínar hendur og hevur bert ta ússaligu fráboðanina, at kommunan hevur sovið í tímanum.

Nei, Heðin Mortensen, kommunan hevur ikki sovið í tímanum, og tað veit tú eisini fullvæl frá tínum býráðsarbeiði. Tú er nýliga komin í sessin sum landsstýrismaður í samferðslumálum, og eigur tí heldur ikki ábyrgdina av teirri fløktu støðu, sum málið er endað í.

Men eg hevði vónað og væntað av tær, at tú, við tíni sera drúgvu politisku royndum, hevði megnað at leitt málið aftur á eina fakliga beina kós, fólki og landi at frama. Tíðin er komin hartil, at allar góðar kreftir mugu draga somu línu, og at givist verður við hesum óskikkinum at seta kommunurnar og landið upp í móti hvør øðrum. “Landið og kommunurnar eru at meta sum eitt par í einum hjúnalagi; ið tørva hvønn annan til tess at fáa sum best burtur úr fyri Føroya fólk”.

 

Marin Katrina Frýdal, valevni Tjóðveldi

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður