Kjak

Nakrir tankar um ferðavinnu, fiskivinnu, Suðuroy v.m.

2018-11-02 14:13 Author image
Poul Hansen

Ferðavinnan

Trý hotellir byggjast í Havn, hóast færri gistingar enn árið fyri. Djarvt!

Í sambandi við annars øktu ferðavinnuna tosa myndugleikarnir og ferðavinnan um, at náttúran má verjast móti økingini. Haldi meg ikki hava sæð nakað ítøkiligt uppskot hesum viðvíkjandi.

Mykinesfólk vildu áseta eitt lítið gjald fyri ein túr við ferðaleiðara út í hólmin, mest fyri at verja lundalandið og halda gøtuna viðlíka, men tað fall ikki í góða jørð. Hinvegin hoyra vit einki um forboð fyri, at menn spæla sær við ATV’arum í haganum, sum fer nógv verri við lendinum enn fólk til gongu.

Visit Faroe Islands hevur til uppgávu at varpa ljós á Føroyar, og tað gera tey til lítar. Tað er ikki teirra uppgáva at syrgja fyri, at fasilitetir eru til ferðafólkini, tá hesi koma til Føroya. Tað er ein lands- og kommunuuppgáva.


Fiskivinnan

Ein partur av flotanum hevur tíbetur klárað seg væl og hevur higartil havt fíggjarliga orku til ikki bert at endurnýggja sín egna flota, men eisini at dagføra stóran part av verandi botnfiskaflota, sum annars hevði ligið svínabundin við bryggju.

Tað hevur tó ikki altíð verið soleiðis, tí fyri nøkrum árum síðani var uppsjóvarflotin illa fyri fíggjarliga. Nú sýnist høvuðstrupulleikin hjá Fiskimálaráðnum vera, at tað gongur ov væl hjá tí parti av flotanum, sum hevur klárað seg, og tí skal sum mest í landskassan. Til hvat?

Ráðið ger sama mistak sum teir, ið drupu hønuna fyri at fáa fleiri gullegg beinanvegin. Úrslitið er kent, eingin vinnari, men bert taparar.

Um ætlanirnar hjá Ráðnum kunnu orð Petroniusar – rithøvundur á Nero’sa døgum – nýtast. Í danskari týðing eru tey hesi:

“Vi prøvede energisk. Men hver gang vi begyndte at fungere, skulle vi omorganiseres. Jeg har senere i livet lært, at vi er tilbøjelige til at møde hver en ny situation med omorganisation. Og også at dette er en forunderlig metode til at skabe en illusion af fremgang – medens man skaber kaos, ineffektivitet og demoralisering”.


Seinasta ættarliðið?

Vit hava lyndið at liva, sum vóru vit seinasta ættarliðið á jørðini og brúka/misbrúka tilfeingið, okkum er givið, uttan at hugsa um tey komandi ættarliðini.

Havandi í huga yrking Janusar til V. U. Hammershaimb á 90 ára degi hansara:

Fáir ferðast frægir her á foldum

følna, sprettur ævigt ættafjøld

flestra manna lív er rit í moldum

támut søga, tá ið endar øld

Tá minnisvarðin um V. U. Hammershaimb varð avdúkaður í 1948, segði Janus m.a.:

“Hvør ið Hammershaimb var og hvat verk og virki hansara er, eigur ikki bert hettar ættarlið, ið nú er uppi, men eisini komandi ættarlið at vita um og kenna, so leingi Føroyar standa og byggjast av føroyingum.

Verður Hammershaimbs navn gloymt, verk hans og virki gloymt, tá byggjast Føroyar ikki meir av føroyingum. Sigast kann, at tá eru Føroyar ikki longur til”.

Hesi orð kunnu eins væl nýtast um tey, sum farin eru, men sum gjørdu hetta landið væl búgvandi og áhugavert fyri ættarliðini, ið komu. Við stríði og strevi – ofta við lívi og/ella heilsu í váða – bygdu tey hetta landið upp.

Hvat hava vit gjørt við henda arv, okkum varð givin?

Vit hava selt hann fyri løtuvinning til útlendingar, og fyri sølupeningin hava vit í staðin fyri at lata landi og fólki – eftirkomarum av teimum, ið bygdu upp landið – nýta ágóðan av honum, hava vit brúkt hann til okkara egna yvirforbrúk, m.a. keypt frítíðarhús í Spania og Turkalandi, óneyðuga dýrar bilar, hús, luksusuttanlandsferðir, o.s.fr.


Suðuroy

Tá vit í fjølmiðlunum hoyra um Suðuroy/suðuroyingar, er tað antin um klandur og stríð ella minkandi fólkatal.

Klandur og stríð er tíverri veruleiki, men eg meti ikki, at minkandi fólkatalið er størsti trupulleikin hjá Suðuroy. Trupulleikin er hugburðurin og manglandi samstarv, sum forðar fyri menning av oynni. So leingi, sum tann negativi hugburðurin ræður, búgva ov nógv fólk í Suðuroy. Heldur færri fólk við positivum hugburði enn nógv við negativum.

Um Suðuroynni skal vera lív lagað, krevst nýtt ættarlið av fólki, sum ikki hevur negativan hugburð, men sum byggir brýr um alla oynna. Til tað krevst tó, at unga ættarliðið ikki tekur við negativa hugburðinum hjá eldra ættarliðnum.


Islands Brygge

Tá siglt verður av Havnini ella til Havnar millum Eystaru og Vestaru bryggju, er Eimskip, fyrr Skipafelagið, fyri eystan. Felagið varð stovnað og bygt upp av føroyingum. Nú ogn íslendinga. Á júst sama hátt er vestanfyri, har trolvirkið Vónin er, men nú eisini ogn íslendinga.

Víðari er tað Magn (Shell), sum tó ongantíð hevur verið ogn føroyinga, men er nú eisini ogn íslendinga. Norðanfyri Magn er Effo, sum var dóttirfelag hjá Statoil, men keypt “heim” av føroyingum og er í dag ogn føroyinga, men hvussu leingi?

Vónandi selja føroyingar ikki Effo til útlendingar. Líkamikið, um íslendingar/útlendingar eisini keypa Effo, kunnu Eystara- og Vestara bryggja saman longu nú nevnast Islands Brygge.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður