Heimatíðindi

Nærkast møguleikanum at skifta kyn

Leo Lávík, Annika Samuelsen og Kristin Kristiansen vóru á fundi við Rættarnevndina í farnu viku, har tey greiddu frá sínari støðu sum tvørkynd. Hesa myndina hevur Sonja Jógvansdóttir, uppskotsstillari til lógarbroytingina, tikið sjálv eftir fundin. Mynd: Sonja Jógvansdóttir

Leo Lávík, Annika Samuelsen og Kristin Kristiansen vóru á fundi við Rættarnevndina í farnu viku, har tey greiddu frá sínari støðu sum tvørkynd. Hesa myndina hevur Sonja Jógvansdóttir, uppskotsstillari til lógarbroytingina, tikið sjálv eftir fundin. Mynd: Sonja Jógvansdóttir

2019-02-24 10:46 Author image
Leif Láadal

Sjálvt um tað er eitt hálvt ár síðani Sonja Jógvansdóttir, løgtingslimur, legði uppskotið fram, so er viðgerðin ikki byrjað fyrr enn nú. Talan er um eitt uppskot, sum skal geva transkyndum í Føroyum møguleika fyri at skifta kyn, tá tað kemur til almennar skráir, so sum p-tal, pass og koyrikort.

Sonja Jógvansdóttir, sum er stuðul hjá minnilutasamgonguni, hevur ikki fingið nakra vissu frá samgonguni fyri, at málið fer at verða samtykt.

– Hetta er tað, sum hini rópa eitt etiskt mál, og tí veit eg, at løgtingslimir fara at sleppa at atkvøða út frá síni persónligu áskoðan, men eg havi góðar vónir, sigur hon og vísir á, at talan er um eina lítla lógarbroyting, sum einki hevur at siga fyri tey flestu í Føroyum, men øgiliga nógv at siga fyri tey fáu, sum eru í hesi støðu.

Lesið meira í Dimmalætting hesa vikuna. Dimma+ haldarar kunnu lesa alla greinina HER

 

 

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Á egnum kjøli

Á egnum kjøli

Málið um føroyskt skipafelag varð á fyrsta sinni borið fram á fólkafundi á Doktaragrund í Havn á ólavsøku 1916...

Meira langlesnaður