Heimatíðindi

Nær kemur Almannaverkið við leiðireglum?

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2020-08-07 14:01 Author image
Katrin Johannessen

Nú tølini av korona tilburðum aftur hækka og tvey starvfólk á stovnum hjá Almannaverkinum, hava fingið staðfest smittuna, er handfaringin hjá Almannaverkinum av alstórum týdningi. Tá fyrra korona bylgjan rakti Føroyar, vórðu verkstøð, har fólk við serligum tørvi arbeiða, stongd og sambýli loyvdu ikki vitjandi. Almennu leiðurreglarnir eru enn ikki kunngjørdar og starvsfólk, búfólk og avvarandi sita og bíða í spenningi. Summi starvsfólk eru ikki heilt nøgd við handfaringina ella samskifti frá Almennaverkinum.

-Almannaverkið hevur als ikki fyrreikað seg til nakað sum helst, um smitta rakar stovnarnar. Hvussu ger man, um tað vísir seg, at smittað fólk hevur verið á stovninum? Isolerar man borgaran og tann starvsfólkahópin ið var útsettur? Nei! Man gevur øllum starvsfólkahópinum undantaksloyvi at taka sínar vaktir. So kunnu tey ferðast millum stovn og heim og smitta síni kæru, vil ein dulnevnd kelda, sum arbeiðir sum námsfrøðingur, vera við. 

Nú er meir enn eitt døgn síðan vit hoyrdu fyrstu ferð at smittan hevði rakt Almannaverkið og enn eru ikki almennar leiðirreglur ella annað kunngjørt. Ikki so meint, at tað er vist at tílíkar leiðireglur ikki finnast, men tær eru ikki almennakunngjørdar enn.

Starvsfólk óttast um seg sjálvi, familju og sjálvandi eisini búfólk ella borgarir, ið eru knýtt at tænastunum, sum tey veita. Í apríl í samband við at dagstovnarnir aftur lótu upp, legði Pedagogfelagið út eitt skriv, har tey kravdu greiðar mannagongdir frá heilsumyndugleikunum. Men nú korona er aftur og starvsfólk hjá Almennaverkinum eru smittað, hevur einki verið at hoyrt til Pedagogfelagið.

-Man pedagogfelagið hava fyrireika seg uppa hetta? Um eg SKAL til arbeiðis í morgin á stovninum, har koronasmittan kanska og kanska ikki er, hvørjar leiðireglar hevur pedagogfelagið so fyri sínar limir?, spyr ein dulnenvdur námsfrøðingur.

Í gjár hevði John Philbrow, formaður í Pedagodfelagnum onga viðmerking til leiðireglur hjá teirra starvfólkum, uttan at starvfólk sjálvandi skulu fylgja leiðireglunum, sum myndugleikarnir hava ásett.

Eisini Edvard Heen varð í gjár spurdur um leiðireglurnar fyri starvsfólk á stovnum, ið hoyra undir Almannaverkið, í samband við korona. Hann skuldi ringja aftur, men hevur ikki ringt enn.

Teir ymsu stovnarnir og sambýlini, sum hoyra undir Almannaverkið eru øgiliga ymiskir. Nógv ymisk fólk hoyra til stovnar og onnur tilboð hjá Almannaverkinum. Summi eru í vandabólki, ímeðan onnur ikki eru. Tí kann tað hugsandi vera torført at gera leiðirreglur fyri Almannaverkið, men hetta hjálpur ikki starvsfólkum, sum í løtuni eru ørkymlað yvir teirra heilsu og sum stúra fyri trygdini hjá búfólkum. 

Arbeitt verður í løtuni við at fáa viðmerking frá Almannaverkinum. 

Redaktiónin kennir samleikan hjá dulnevndu kelduni.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður