Myndlistin eftir William Heinesen fram í ljósið mentanarnáttina

2016-06-01 15:55 Author image
Dimma

Mentanarnátt verður í Havn fríggjakvøldið, og millum heilt spennandi upplivingarnar verður óivað bókaframløgan hjá Bárði Jákupsson í Reinsarínum klokkan átta.

Bárður Jákupsson hevur savnað øll myndlistaverkini eftir William Heinesen, og verkini eru í tí stórbæru bókini, ið verður løgd fram á mentanarnáttini. Tað skrivar Sprotin, sum gevur bókina út.

Bókin viðger listina eftir William Heinesen, sum sjálvur ongantíð vildi kalla seg myndlistamann. Tað var hann ov lítillátin til. Í bókini verður millum mangt annað lýst, hvussu William tók lut í samfelagskjakinum, og hvussu hann eisini brúkti sínar tekningar sum satiriskar og gløggar viðmerkingar til tað, sum var frammi.

Í bókini stendur millum annað soleiðis:

“Sambært viðmerkingum hansara í tátíðar fjølmiðlum er føroyskur politikkur um hetta mundið eyðkendur av hugsjónarligum snævurskygni og køvandi smákegli. William er tikin úr leikum sum keipumyndateknari, tann ramliga strikan avdúkar tann innantóma, uppgjørda tómleikan, hon ger tey hirs og tær kurlur, ið undirstrika tað láturverda,” skrivar Bárður Jákupsson, sum leggur aftrat, at William tó ongantíð gerst óndskapsfullur ella særandi.

Ein longri brellbiti úr bókini kann lesast á heimasíðuni hjá Sprotanum her

Á framløguni fríggjakvøldið fer Bárður Jákupsson at greiða frá list Williams, og millum framløgupartarnar spæla Búi Dam, Dánjal á Neystabø og Per I. Højgaard.

Bárður Jákupsson hevur gjørt stórbæra bók um myndlistina eftir William

   

  

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður