Heimatíðindi

Myndir: Leggja seinastu hond á Glasir

2018-07-29 09:03 Author image
Ruth Winther Poulsen

Arbeiðið við at fáa Glasir liðugt til skúlabyrjan í august gongur væl. Ymiskt manglar og alt verður helst ikki heilt liðugt í august, men soleiðis er altíð við so stórum verkætlanum, sigur Sara Winther, sum er projektleiðari á Glasi.

- Arbeiðið gongur væl. Vit hava nógv at gera, alt inventar verður borið inn nú og handverkarirnir arbeiða fyri at fáa tað síðsta frá hondum.

Uttanífrá sær hábærsligi bygningurin út til skjótt at vera liðugur, og soleiðis er eisini, tá man fer inn í sjálvan bygningin. Dagliga arbeiða áleið 200 fólk uppá bygningin, og tað merkist, at tað nú styttist til bygningurin skal takast í nýtslu.

- Sum heild, tá man gongur runt og hyggur beint nú, so vil eg siga, at húsið sær út til at vera so gott sum liðugt. Man sær, at okkurt arbeiðið er niðri undir, nøkur loft skulu hangast upp, og nøkur installatiónsfólk ganga eisini runt. Men um man hyggur at heildarmyndini, so er tað innbúgvið, sum skal inn og uppá pláss.


Arbeiðið við Glasi hevur ikki bara gingið tilvildar, og Sara Winther heldur, at nakrar av størstu avbjóðingunum vóru við roknifeilunum tíðliga í projektinum.

- Tað hava verið ting, sum hava verið uttan fyri okkara hendur at stýrt. Hetta er eitt stórt hús, og tað er eitt komplekshús. Um man hyggir at tí í mun til umheimin, so er hetta eitt prestige byggjarí, tað er ikki eitt standard produkt.

- Tað er altíð meira fløkjasligt at byggja eitt prestigebyggjarí, og tað hevur fleiri forðingar við sær. Tú kanst samanbera tað við DR húsið og við Norðurlandahúsið og við nógv líknandi verkætlanir. Forðingarnar eru nógvar, tí einki er standard.

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður