Heimatíðindi

Myndir: Hildu ólavsøku í grannalagnum

Klara Johannesen (foto)

Klara Johannesen (foto)

2020-07-31 16:04 Author image
Katrin Johannessen

Magnar H. Næs fyriskipaði ‘Stórusøku’ í grannalagnum í Stóragerði, ið var mesta av degnum ólavsøkudag í ár. 

[object Object]

[object Object]

-Vit høvdu skrúðgongu, har børnini gingu til marsj tónleik frá youtube á hátalara. Tey, sum íðka ítrótt vóru í ítróttarklæðum. Tróndur Sigurðsson úr býráðnum setti síðani ólavsøkuna. 

[object Object]

[object Object]

-Tivoli í ár var bíligari enn vænt. Summir vinningir vóru endurnýttar leikur og summir vóru bomm og sunkist. Ballónir og poppkorn vóru heldur ikki dýr. Vit skuldu jú ikki fáa vinning úr søluni. 

[object Object]

-Um kvøldið høvdu vit stórt kalt borð í felagshúsinum, konsertir við Danny Baldvinson og Inga Poulsen og seinni við Ara Seward. Vit vístu eisini midnáttarsangin á stórskíggja og sungu við.

[object Object]

[object Object]

-Eg haldi sjálvur, at tiltaki eydnaðist sera væl. Øll í grannalagnum hava eisini latið væl at. Onkur segði enntá at hetta var besta ólavsøkan tey hava havt.

[object Object]

[object Object]

-Sjálvt um eg eri úr Hvalba, so havi eg altíð verið á ólavsøku. Eg plagi millum annað at vera til kappróður, ymiskar framsýningar, tivoli við børnunum og sjálvandi eisini at ganga oman og niðan eftir Áarvegnum. Um barnagenta er, so plagi eg eisini at fara til midnáttarsong, tá eg havi lagt børnini. 

[object Object]

[object Object]

-Eg saknaði eitt sindur tað at vera niðri í býnum og tosa við fólk, sum eg annars ikki síggi. Tað er eisini nakað serligt at vera til midnáttarsang í býnum. Tað var tó stuttligt og øðrvísi at halda ólavsøku við grannunum í ár og um korona enn ger um seg næsta ár, so kann tað vera, vit gera okkurt tílíkt aftur.

[object Object]

[object Object]

Klara Johannesen hevur tikið myndirnar. 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður