Tríggjar blóðtøppar: Peter Mygind greiðir frá í Norðurlandahúsinum

2016-09-02 08:46 Author image
Sigmund Vang

Hjartafelagið hevur saman við FÁ8, sum er fakligur áhugabólkur hjá sjúkrarøktarfrøðingum, sum arbeiða við hjartasjúklingum, boðið Peter Mygind at halda ein fyrilestur í Føroyum. Titakið verður í Norðurlandahúsinum 6. oktober klokkan 19.30.

- Peter Mygind hevur á egnan kropp kent at hava angist aftaná tríggjar blóðtøppar og ein hjartasteðg. Hann er komin longur í lívinum við at taka um angistina og ikki lata hana festa røtur. Peter Mygind er ambassadørur fyri danska hjartafelagið og vil fegin samskifta um sínar royndir. Tað verður eitt kvøld, har vit fara at hoyra um “stríðsmannin” , sum fer í hernað fyri at fáa eitt gott lív, har angist og sorg ikki stýra dagligdegnum, siga tey, sum skipa fyri.

“Tað er ikki altíð lætt, tá tú dagliga skalt taka heilivág, sum minnir teg á sjúkuna. Tað ræður um at taka ábyrgd av egnum lívi og stuðla tey, sum hava fyri neyðini at finna innara stríðsmannin í sær,” sigur Peter Mygind.

Hann er sera fegin um, at har vóru fólk á staðnum, sum kundu fáa hann aftur til lívs, soleiðis at hann er á lívi í dag.


Fyrilesturin hjá Petur Mygind er umleið ein tíma. Men møguleiki verður at seta spurningar, so við tónleikainnsløgum og stuttum læknaligum ísletti, væntast tiltakið at taka umleið tveir tímar.


Lesið meira á nlh.fo

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður