Musikkskúlin í Suðuroy nýggj hølir í Vági

Musikkskúlin í Suðuroy nýggj hølir í Vági

2017-10-05 12:37 Author image
Innsent

Musikkskúlin í Suðuroy hevur nú fingið nýggj venjingarhølir í Vágs Skúla.

Musikkskúlin í Suðuroy hevur seinastu árini hildið til í hølum í Framtíðini í Vági, men tá tann sáttmálin varð uppsagdur í fjør, varð gjørt av at flyta virksemi í Vágs Skúla, og hevur Vágs kommuna nú gjørt trý nýggj góð venjingarhølir í Vágs Skúla. Nú nýggj venjingarhølir eru gjørd, er eisini hædd tikin fyri ljóðdoyving, soleiðis at ljóðávirkanin frá einum rúmi til annað verður sum minst.

Vit eru sera glað um tað tilboðið, sum Musikkskúlin í Suðuroy bjóðar og tí hevur Vágs kommuna eisini øll árini raðfest, at Musikkskúlin skal hava góðar karmar, sigur Eydis Kjærbo, forkvinna í Mentunarnevndini hjá Vágs kommunu.

Nú Musikkskúlin er fluttur í Vágs Skúla, so er eisini møguleiki at leggja undirvísingina soleiðis tilrættis, at børn og ung, sum ganga á Musikkskúla, kunnu fara beinleiðis úr skúlastovuni og til undirvísing, áðrenn tey fara heim.

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður