Heimatíðindi

Mugu hyggja at rasismu í størri høpi

Mary C. Namagambe

Mary C. Namagambe

2020-07-26 13:05 Author image
Katrin Johannessen

Mugu hyggja at rasismu í størri høpi
Black Lives Matter rørslan, sum byrjaði í 2013, tók veruligt dik á seg eftir George Floyd varð dripin 25. mai av politistinum Derek Chauvin. Filmsbrotið, av drápinum, ferðaðist kring heimin umvegis vanligar og sosialar miðlar. Serliga í juni mánaða var nógv gjørt burtur úr tiltøkum og mótmælisgongum, ið talaðu at, tí mismuni, sum svørt fólk eru fyri. 

Eisini í Føroyum fylti evni nógv. Fólk løgdu út skriv og myndir á sosialum miðlum, sum lýstu evni á ein ella annan hátt, og eisini var skipað fyri einum tiltaki 7. juni við bannarum og skeltum, tónleiki frá JASMIN og talum. Miðlarnir í Føroyum tóku evni upp og svørt fólk í Føroyum fingu høvið at greiða frá teirra upplivingum. 

Í dag kl. 15 kemur Mary C. Namagambe, at hava fyrilestur í samband við FIMFF. Hon lesur jura og hevur stovnað fyritøkuna She for She. Hon hevur eisini stovnað felagsskapir so sum UVU og N-word Hurts í stríðnum móti rasismu. 

Í Danmark hava miðlarnir fokuserað nógv uppá upplivingar hjá einstakum svørtum fólkum. Tað er øgiliga umráðandi at hoyra um upplivingar hjá teimum fólkunum, men vit mugu eisini hyggja at rasismu í einum størri høpi, heldur hon.

-Eingin tekur stig til at gera meir umfatandi kanningar, yvir hvussu nógv fólk eru ávirkað av rasismu og í hvønn mun. So vit kunnu skilja trupulleikan betri og hvussu umfatandi hann er, sigur hon.

Læra ikki um leiklutin hjá Danmark í trælasøguni
Hon vísir eisini á søguloysi, tá tað kemur til evni. Í fólkaskúlanum verður ofta ikki undirvíst í rasismu ella trælahandli, innan ein danskan samanhang. 

-Í fólkaskúlanum læra vit ikki um leiklutin hjá Danmark í trælasøguni. Vit læra ikki um, hvussu Danmark hevur koloniserað lond sum Grønland og Vestindisku oyggjarnar. Hvussu børn úr Grønlandi vórðu tikin frá teirra familjum og send til Danmarkar at gerast meir donsk. Um hvussu tvey børn vórðu tikin úr Vestindiskuoynnum og víst fram, sum djór í djóragarði, tá tey komu til Danmarkar, sigur hon. 

Á henda hátt verða danir ikki ofta beinleiðis noyddur at taka støðu til teirra leiklut í søguni í mun til onnur fólkasløg og eisini hvussu hesar hendingar enn kunnu hava eina ávirkan.

Síggja ikki trælir sum menniskju við kenslum
Mary C. Namagambe greiðir eisini frá, at tá tey í Danmark læra um søguna hjá trælum, so verður ikki tikið serligt atlit til at lýsa hesi fólkini sum menniskju við kenslum eins og tú og eg. 

-Vit læra heldur ikki, um hvat fór fram í Kenya og Ghana. Tá vit hoyra um teir trælirnir, sum vórðu tiknir úr Afrika og seldir í Vestindiskuoynnum, so verður eingin dentur lagdur á, at síggja tey sum menniskju. 

-Vit geva okkum ikki far um, hvussu tað hevur kenst, at verða tikin frá familju síni, kroystur í eitt skip, verið noyddur at pissa og kukka á staðnum, og so síðani verðið seldur á marknaði sum einhvør vøra. Eingin spyr sálarfrøðingar hvørja ávirkan hetta hevur, sigur hon. 

Hava verið við at bygt samfelagið
Seinastu tíðina hevur verið nógv kjak um hvørs standmyndir av umstríddum søguligum persónum, millum annað fólk, sum á ein ella annan hátt hava verið við og fingið ágóðan av trælahandli, skulu verða standandi. Eisini um veganøvn, nøvn á bygningum og so framvegis skulu broytast. Ikki altíð verður nevnt, at svørt fólk og fólk úr øðrum minnilutabólkum í minni mun eru vorðin uppkallað. Eisini um tey hava verið við at broytt og bygt upp samfelagið.

-Queen Mary var uppreistrarkvinna og ein av oddakvinnunum í Fireburn uppreistrinum í St. Croix í Vestindiskuoynnum í 1878. Sum úrslit sat hon í fongsli í Christianshavn í Keypmannahavn.

-Queen Mary, ella Mary Thomas, er vorðin ein ímynd fyri mótstøðuni móti hjálandaveldinum. Hana hoyra vit ikki um, og eingin vegur ella bygningur er uppkallaður eftir henni, hóast tað hevði verið upplagt at nevnt bygningin, í Christianshavn, har hon sat fongslað, eftir henni, sigur Mary C. Namagambe.

Hon leggur eisini dent á, hvussu tápuligt tað er, tá fólk rópa eftir henni og øðrum svørtum fólkum í Danmark at tey skulu sleppa sær, har tey hoyra heima.

-Svørt fólk hava verið í Danmark í fleiri hundrað ár. Vit hava verið við til at bygt samfelagið upp, til tað sum tað er í dag. Men vit eru gloymd í søguni, sigur hon.

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður