Heimatíðindi

MSC skip mist 300 bingjur í Norðsjógvin

(Mynd: Havariekommando)

(Mynd: Havariekommando)

2019-01-03 14:12 Author image
Turið Justinussen

Mikudagin 2. januar rendi bingjuskipið MSC Zoe seg í illveður og misti nærum 300 bingjur í Norðsjógvin. Tað skrivar soefart.dk í dag

Skipið, MSC Zoe er partur av heimsins næst størsta reiðaríi, MSC og er eitt av heimsins størstu bingjuskipum, líknandi røðini, Triple E-klasse-skipunum hjá Mærsk. Skipið er 395 metrar langt og hevur pláss fyri 19.224 TEU.

Í fyrstu atløgu varð boðað frá, at 30 bingjur vóru mistar á veg frá Antwerpen til Bremerhaven, men hósdasgin vóru boðini frá MSC, at talið av bingjunum, skipið misti í illveðrinum, er áleið 270.

[object Object]

Til ampa fyri skipsferðsluna
Minst 21 bingjur eru skolaðar á land á hollendsku oyggjunum Vlieland, Terschelling og Ameland, og tí bingjurnar kunnu vera vandamiklar fyri onnur minni skip, arbeiðir týska og hollendska strandverjan íðin fyri at staðbinda og burturbeina tær. 

Í nátt legði skipið at, og myndugleikarnir í Bremerhaven arbeiða í løtuni saman við reiðarínum, at skráseta og fáa tamarhald á skaðunum.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Á egnum kjøli

Á egnum kjøli

Málið um føroyskt skipafelag varð á fyrsta sinni borið fram á fólkafundi á Doktaragrund í Havn á ólavsøku 1916...

Meira langlesnaður