Heimatíðindi

Mótstøðan ímóti ferðavinnuni er eitt føroyskt fyribrigdi

2020-05-29 17:30 Author image
Ingolf S. Olsen

Seinastu vikurnar hevur tað ikki verið óvanligt at lisið viðmerkingar á sosialu miðlunum, sum hava fagnað einari sera sjónligari avleiðing av koronufarsóttini – nevniliga at ferðavinnan í Føroyum er steðgað upp.

At ein nýggj vinna, sum veksur skjótt, eisini gerst rættiliga sjónlig, og tískil vekir kenslur hjá fólki, er onki óvanligt. Soleiðis er eisini við føroysku ferðavinnuni, men á Visit Faroe Islands, VFI, halda tey tó, at mótstøðan ímóti ferðavinnuni er lutfalsliga størri og ógvusligari í Føroyum enn í londum og økjum, vit plaga at samanbera okkum við.

Opin mikrofon

Øki sum Bornholm, Áland og Gotland kunnu í stødd samanberast við Føroyar, men tó at ferðavinnan í øllum hesum trimum støðunum er nógv størri enn í Føroyum, er tað sera langt ímillum atfinningarsomu røddirnar har, vísir Guðrið Højgaard, stjóri í VFI, á.

- Har hoyrir tú øgiliga lítið til nakra mótstøðu. Ein orsøk er avgjørt, at tey í hinum norðurlendsku londunum er meira framkomin enn vit, tá tað snýr seg um at síggja atkomiligheit til náttúruna sum ein ein demokratiskan rætt.

- Ein onnur orsøk til mótstøðuna í Føroyum er, at miðlarnir her eru so altráir eftir at geva ídnastu kritikarunum eina rødd. Sjálvandi skulu atfinnandi røddirnar sleppa framat, men nógvar av atfinningunum, sum næstan konsekvent fáa fría mikrofon í Føroyum, høvdu ikki fingið ein minutt av miðlaumrøðu í til dømis teimum stóru sjónvarps- og útvarpsrásunum í Danmark, Svøríki og Noregi, sigur hon.

Hon leggur dent á, at sjálvt um mótstøðan ímóti ferðavinnuni kanska er sjónligari í Føroyum enn aðrastaðni, so eru nógv teir flestu føroyingarnir kortini fegnir um ferðavinnuna.

- Uttan hana høvdu vit jú ikki sjálv havt allar teir møguleikarnar at ferðast út í heim, sum vit hava, og vit høvdu heldur ikki havt tær góðu matstovurnar og onnur góð tilboð, sum vit eru farin at síggja sum eina sjálvfylgju, eftir at ferðavinnan hevur ment seg, sigur Guðrið Højgaard.

Bjarging ella luksus

Jóhan Pauli Helgason er leiðari á menningardeildini hjá VFI. Deildin var sett á stovn í 2018 og hevur millum annað til endamáls at tryggja, at føroyska ferðavinnan er burðardygg á øllum mótum. Óbeinleiðis er tað eisini ein uppgáva hjá menningardeildini at royna at vinna ferðavinnuni undirtøku í fólkinum.

Jóhan Pauli Helgason heldur, at tíðarfestingin fyri, nær ferðavinnan í Føroyum tók dik á seg, hevur havt stóran týdning fyri fólksligu móttøkuna.

- Um vit samanbera við Ísland, so kom ferðavinnan har jú sum tann stóra bjargingin, tá landið var í svárari kreppu. Tey høvdu í ólukku mát brúk fyri ferðavinnuni og tað í einum heilt øðrum mátistokki enn í Føroyum

- Í Føroyum afturímóti, tók ferðavinnan seg av álvara upp, tá vit vóru á veg inn í ein hákonjunktur. Hon kom sum eitt sovorðið luksus omaná framgongdina, sum annars var. Fólk hava kanska torført at kopla ta vælferð ella tey eyka tilboðið, sum ferðavinnan skapar, men hava lættari við at fáa eyga á møguligar vansar, sigur hann.

[object Object]

- Um vit samanbera við Ísland, so kom ferðavinnan har jú sum tann stóra bjargingin, tá landið var í svárari kreppu. Í Føroyum afturímóti, tók ferðavinnan seg av álvara upp, tá vit vóru á veg inn í ein hákonjunktur. Hon kom sum eitt sovorðið luksus omaná framgongdina, sum annars var, vísir Jóan Pauli Helgason, leiðari á menningardeildini hjá Visit Faroe Islands, á (Mynd: Leit/Finnur Justinussen)

 

Alt er relativt

Leiðarin á menningardeildini heldur tó, at atfinningarnar skulu takast í størsta álvara, og at besti mátin at vinna fulla undirtøku fyri ferðavinnuni er dialogur um, hvat fyri slag av ferðavinnu, vit vilja hava, og síðani miðvíst at stýra eftir tí.

- Har hava vit longu eitt greitt mál – at vit skulu hava ein nógv størri vøkstur í inntøkunum frá ferðavinnuni enn vøkstur í talinum á ferðafólki, sigur Jóan Pauli Helgason.

Annars er besti heilivágurin kunning og tætt samskifti við avvarðandi partar, halda bæði hann og stjórin. Tí tey hava tøl fyri, at tó at føroyska ferðavinnan upp á bara sjey-átta ár er vaksin burtur úr at kalla ongum og til tað, hon er í dag, so er hon enn evarska lítil.

- Men alt er relativt. Hjá einum, sum til dømis býr á Trøllanesi, har tað sjáldan sóust ferðafólk fyri fáum árum síðani, kann tað helst upplivast soleiðis nú, at øll vitjað Føroyar. Tí fleiri ferðir so nógv fólk vitja Trøllanes nú samanborið við fyri sjey-átta árum síðani.  Men soleiðis er tað als ikki. Vit hava bara gott og væl 100.000 ferðafólk um árið í Føroyum – 130.000-140.000 í fjør. Okkurt um triðingurin av teimum eru cruise-gestir, sum bara steðga í Føroyum í nakrar tímar.

- Tað merkir í veruleikanum, at næstan ongi fólk í heiminum hava vitjað Føroyar enn. Og um 100.000 danskarar komu til Føroya hvørt ár, so hevði tað tikið 50 ár, áðrenn allir danskarar hava verið her. Vit tosa altso um ógvuliga smá ferðafólkatøl, men vit í Føroyum hava viðhvørt ilt við at skilja proporsjónirnar. Vit hava lyndi at samanbera okkum við Ísland ella Venedig, men tað er tað reina skemt. Vit eru meira sum Hetland ella Grønland, sigur Guðrið Højgaard.

Lítið av miklum

Tí undrar tað eisini, tá summi tosa um, at Føroyar verða kollrendar av útlendskum ferðafólki, heldur hon.

- Hygg so at Bornholm, har hava tey 600.000-700.000 ferðafólk um árið. Ella at Gotlandi, har 800.000 vitja um árið. Ella Áland, sum hevur tvær milliónir ferðafólk um árið. Og her er talan um pláss, sum geografiskt ikki eru størri enn Føroyar, vísir Guðrið Højgaard á.

Hon leggur samstundis dent á, at tað ongantíð hevur verið ætlanin, at Føroyar skulu miða eftir at fáa eins nógv ferðafólk og tey trý økini, hon samanber við.

- Nei, okkara strategi er ikki at fara eftir mongdini á ferðafólki, men efitr teimum røttu, sum leggja pengar eftir seg. Men eg komi bara við hasum dømunum fyri at vísa, at vit lutfalsliga hava sera fá ferðafólk, sigur Guðrið Højgaard.

Burðardygd

Menningardeildin hjá VFI kom við einari menningarætlan í fjør, og har er lagt upp fyri júst hesum, at mongdarferðavinna – at økja umsetningin við at økja ferðafólkatalið – ikki er ein burðardygg ferðavinna. Og tað er eisini tað slagið av ferðavinnu, sum elvir til størst mótstøðu, og tá ofta av røttum.

- Tað er ongin, sum ynskir, at ferðavinnan fer tann vegin, at føroyingar kenna seg fremmandagjørdar í Føroyum, ella at náttúra og umhvørvi fáa mein av tí. Vit hava gjørt hesa menningarætlanina, sum vit arbeiða eftir, og vit leggja stóra vekt á at fara runt um alt landið og tosa við borgarar, kommunur, stovnar og so framvegis.

- Øll ætlanin byggir á tað, og vit skulu skera teir partarnar av ferðavinnuni niður, sum ikki eru burðardyggir, og har er cruise-vinnan eitt dømi, sum vit vísa á. Umleið ein triðingur av ferðafólkunum eru cruise-ferðafólk, men tey standa fyri undir fimm prosentum av umsetninginum í ferðavinnuni, sigur Jóhan Pauli Helgason og leggur afturat:

- Tá er eyðsæð, at vit ikki skulu hava ov nógv av hesum slagnum av ferðafólki, tá plássið í Føroyum er so avmarkað.

[object Object]

- Hygg at Bornholm, har hava tey 600.000-700.000 ferðafólk um árið. Ella at Gotlandi, har 800.000 vitja um árið. Ella Áland, sum hevur tvær milliónir ferðafólk um árið. Og her er talan um pláss, sum geografiskt ikki eru størri enn Føroyar, sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands. (Mynd: Leit/Finnur Justinussen)

 

Neyðugt at lóggeva

Hann vísir á, at tað ofta eru jarðareigarar, sum hava sterkar meiningar um ferðafólk og teirra ferðing í náttúruni. Teir vilja hava betur skipað viðurskifti, men samstundis seta teir seg upp ímóti, at teirra egnu heimildir verða avmarkaðar við lógarinntrivum.

- Men tú kemur ikki uttan um, at tað er tørvur á politiskari regulering á hesum økinum. Tað er bara við politiskari regulering, at vit kunnu fáa eina burðardygga ferðavinnu. Og tað merkir, at vit bæði  skulu hava eina nýggja náttúrverndarlóggávu og dagføra galdandi lóg um gongd í haga og alt sovorðið.

- Alt hetta er ógvuliga grundleggjandi, bæði viðvíkjandi føroyingum, sum ferðast í egnum landi, og útlendingum, sum koma hendavegin. Tí fyllir kunnandi tilfar og skelting nógv í okkara arbeiði. Fólk skulu vita, hvat tað er fyri land, tey koma til, og hvussu tey skulu bera seg at.

- Men vit mugu eisini tora at vera proaktiv og stýra ferðavinnuni við strategiskum gjøldum, avmarkingum, kvotum og tílíkum. Alt slíkt krevur lóggávu. Gera vit ikki hana, so kunnu vit byrja at fyrireika okkum upp á, at tað vera onnur enn vit, sum gera av, hvørja ferðavinnu vit fáa, sigur Jóhan Pauli Helgason.

Hann sigur, at tey eisini miðvíst arbeiða við at broyta og førka tey viðurskifti, tey kunnu, og leggur dent á, at tað tekur tíð og krevur lóggávu og nógv fleiri íløgur at røkka málinum um eina burðardygga og væl skipaða ferðavinnu í Føroyum.

Gjørdu ímóti tilmæli

Jóhan Pauli Helgason heldur vantandi lóggávu vera ein stóran trupulleika, tí tað merkir í veruleikanum, at lítlar og fáar heimildir eru at seta trumf á tiknar avgerðir.

- Vit hava til dømis havt fokus á útvald støð, har ferðafólkatrýstið hevur verið serliga stórt. Eitt nú í Mykinesi, har vit saman við avvarandi myndugleikum gjørdu eitt tilmæli um at verja lundalandið. Men jarðareigararnir gjørdu kortini av at ganga beint ímóti tilmælinum og gera í staðin eina gøtu beint ígjøgnum lundalandið. Tað dømið vísir rættiliga greitt generellu støðuna, vit eru í, við lítlari ella ongari regulering, sigur leiðarin á menningardeildini hjá VFI.

Jóhan Pauli Helgason staðfestir samstundis, at ringastu ræðudømini um lond ella øki, har oyðileggjandi mongdarferðavinna hevur tikið ræðið, júst eru at finna, har politiski myndugleikin ikki hevur megnað at taka stýringina og regulera í tøkum tíma.

- Í so máta er ferðavinnan ikki øðrvísi enn aðrar vinnugreinar – við ongari regulering, fáum krøvum og treytum verður vinnan óskipað, sigur hann.

Manifest

Jóhan Pauli Helgason vónar, at koronakreppan kann brúkast konstruktivt at fáa ein neyðugan dialog við jarðareigararnar og onnur og so vóna, at politiska skipanin eisini nýtir høvið skjótt at fáa lógarfest neyðugar reguleringar.

Tá menningardeildin var sett á stovn, setti VFI sær eisini nøkur nýggj mál fram til 2025. Hesi eru orðað í einari menningarætlan við heitinum ”At menna og varðveita um somu leið”.

Høvuðsboðskapurin í menningarætlanini er, at føroyska ferðavinnan skal mennast, samstundis sum føroysk mentan og náttúra verður varðveitt.

- Eitt av málunum í menningarætlanini er at gera eina yvirlýsing ella eitt manifest, sum sigur, hvat tað er fyri ferðavinnu, vit vilja stremba eftir, og sum vit fegin vilja hava politisku skipanina og alla vinnuna at taka undir við. Støðan, sum vit nú eru komin í, gevur okkum eitt gott høvi, at seta ferð á tað arbeiðið, sigur Jóan Pauli Helgason.

Plástur á sárið

Í løtuni verður orkan í VFI og eisini á menningardeildini brúkt upp á at veita fyrstuhjálp til ferðavinnuna, nú partar av henni standa fyri hóttafalli orsaka av koronu.

Í samstarvi við tær átta lokalu kunningarstovurnar í landinum og Ferðavinnufelagið hava tey ment ein ferðavinnuportal við tilboðum, sum skulu eggja føroyingum at ferðast í egnum landi. Ferðavinnuportalurin hevur heitið “Ferðist í egnum landi”.

Jóhan Pauli Helgason og Guðrið Højgaard eru tó samd um, at tað skal meira til enn at fáa føroyingar at ferðast í Føroyum, um ferðavinnan skal fóta sær aftur.

- Hetta er bara eitt plástur upp á sárið. Um ferðavinnan skal vera eitt eyka búskaparligt bein at standa á, so má hon fyri tað fyrsta vera ein útflutningsvinna, sum skal fáa útlendsk gjaldoyra í føroysku pengakassarnar.

- Og fyri tað næsta eru tað sjálvar upphæddirnar. Eitt átak at fáa fólk at ferðast í egnum landi er ein stuðul til vinnuna og kann vera við til at stimbra ein heimamarknað, sum vit halda er ov lítil. Átakið setir sjóneykuna á nógv nýggj tilboð og møguleikar, sum ferðavinnan hevur skapt. Møguleikar, sum vit halda føroyingar ikki eru so tilvitaðir um. Men tað er greitt, at átakið einsamalt ikki bjargar nakrari ferðavinnu.

- Øll flutningsvinnan og stórur partur av gistingini fær ikki stórvegis nyttu av hesum. Frammanundan er tað ikki ein siðvenja hjá føroyingum at búgva á hotellum í Føroyum, og harafturat býr helvtin av fólkinum í miðstaðaøkinum, har nógv tann størsti gistingarkapasiteturin eisini er. Tí mugu heilt onnur hjálparátøk til fyri at lofta hesum partinum, staðfestir Guðrið Højgaard.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður