Mótmæla terror í Barcelona

Mynd: epa.eu

Mótmæla terror í Barcelona

2017-08-27 14:00 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Fyri góðari viku síðan fór ein hending fram í miðbýnum í Barcelona í Spania, ið skakaði alt Evropa. Ein vøruvognur koyrdi við nógvari ferð inn í stórar mannamúgvur av fólki, á høvuðsgøtuni í Barcelona, Las Ramblas, og drap 15 fólk og særdi mong fleiri. Sama dag hendi sama hending í populera ferðafólkabýnum Cambrils.

Í fýra dagar var álopsmaðurin, Younes Abouyaaqoub, leysur, inntil hann bleiv funnin og dripin av spanska politinum. Tólv menn tilsamans eru undir illgruna fyri at hava átt part í atsóknunum. Átta teirra eru funnir, men fýra eru enn leysir.

Í gjár bleiv ein stór mótmælisgonga hildin í Barcelona, at mótmæla og fordøma terroratsóknum. Sambært BBC metti spanska politiið at ein hálv millión fólk vóru samlaði í stórbýnum Barcelona at mótmæla. Skeltið og slagorð við orðunum "No tinc por", ið merkir "Eg eri ikki bangin" á katalanskum, vóru hoyrd og sædd yvir alt. Í tí stóru mongdini av fólkini ið mótmæltu á gøtuni vóru m.a. katalanski forsetin, Carles Puigdemont, og spanski forsætisráðharrin, Mariano Rajoy. Spanski kongurin, Felipe, var eisini millum mongdina av fólki ið mótmæltu. 


placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður