Moody’s staðfestir ratingina hjá Føroyum

2017-02-09 09:32 Author image
Sigmund Vang

Seinastu árini hevur Moody’s ratað Føroyar um summarið, og síðstu rating fekk Føroyar í august í fjør. Men orsakað av stóru tunnilsverkætlanini, við eini lántøku í heyst á 2,7 mia kr, hevur Moody’s tikið ratingina upp til endurskoðan í desember/januar. Men í hesi vikuni staðfesti Moody’s ratingina hjá Føroyum, Aa3 við støðugum útliti, upplýsir Landsbvanki Føroya.

Aa3 er fjórðhægsta rating av 21 møguligum. Moody’s metir, at verandi rating og kreditstyrki er hóskandi til at standa ímóti avbjóðingini av at geva veðhald til stóru tunnilsverkætlanina.

Moody’s vísur tó á, at hóast verandi rating er mett hóskandi til øktu skuldina, so fer ein munandi meirkostnaður av at byggja tunnlarnar, ella um landskassaveðhald verða givin til aðrar líknandi verkætlanir, at leggja trýst á eina niðurrating.

Viðurskifti, sum kunnu geva Føroyum eina betri rating eru:

- um fíggjarlógin aftur kemur í langtíðarjavnvág,

- um skuldin minkar til støðið undan heimsfíggjarkreppuni, og

- um Føroyar vórðu minni tengdar at stutttíðarfígging.

Hinvegin eru viðurskifi, sum kunnu geva Føroyum eina verri rating:

- um skuldin veksur nógv meira,

- um viðurskiftini við Danmark versna,

- um onkur óheppin skelkur rakar fiskivinnuna, og

- um byggiváðin at byggja tunnlarnar til Eysturoy og Sandoy bera við sær munandi meirkostnað,

- um fleiri landskassaveðhald vera givin.

  

  

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður