Montenegro er nýggjasti limur í NATO

2016-05-28 16:22 Author image
Dimma

Montenegro er eitt lítið land í eysturevropa. Tað liggur ímillum Kroatia, Serbia, Bosnia-Hersegovina og Albania. Tað eru um 650.000 íbúgvar í Montenegro, ið fekk sjálvstýri frá Serbia í 2006. Landið er kent fyri at vera ein partur av Serbia undir krígnum millum Bosnia og Kroatia í 1990-unum og var partur av serbiska herinum, ið leyp á Kroatia. Landið byrjaði eina sjálvsstýristilgongd í 2005 og fekk endaliga sjálvstýri frá Serbia í 2006.

Ein umráðandi leikur hjá NATO

Hernaðarliga hevur Montenegro ikki stórvegis týdning. Landið hevur ein evarska lítlan her, ið telur nakrar fáar túsund mans. Tað er heldur ikki av teirri orsøk, at NATO hevur bjóðað Montenegro upp í samstarvið. NATO hevur í nógv ár roynt at fáa ein størri leiklut í eysturevropa. Nøkur lond eru longu limir, m.a. Turkaland, Rumenia, Bulgaria og Ungarn. Tó eru flestu londini úr gamla krígnum í Bosnia og Kroatia ikki limir enn, men nú, ið Montenegro er byrjað tilgongdina at blíva limur, verður strandarlinjan framvið Adriatiska havinum øll partur av NATO. Nakað, ið teir hava roynt í nøkur ár.

Russar ónøgdir við limaskap

“Um NATO framhaldandi veksur eystureftir kann einki annað henda enn eitt aftursvar úr eystri úr Russlandi. Vit mugu verja okkum sjálvi og okkara áhugamál”.

Soleiðis segði Dmitry Peskov, talsmaður hjá russiska forsetanum Vladimir Putin, í desember 2015. Útsøgnin kom í kjalarvørrinum av innbjóðingini frá Stoltenberg til Milo Djukanovic, forsætismálaráðharri í Montenegro, um limaskap í NATO. Rusland hevur ongan áhuga í at síggja NATO koma eystureftir í tað, ið teir síggja sum russiskt øki. Jens Stoltenberg kallaði tað hinvegin eina søguliga hending, og uttanríkisráðharrin í Danmark, Kristian Jensen, segði, at Rusland skal ikki blanda seg uppí, hvørjum NATO bjóðar limaskap og ikki. Hetta kom eftir at russar høvdu roynt nógvar diplomatiskar kanalir fyri at forða fyri, at málið fór víðari. Kristian Jensen segði víðari við Jyllands-Posten, at Rusland er blivin ein trupulleiki fyri uttanríkispolitikk hjá vesturlondum, tí teir traðka, har teir ikki skulu, og vilja hava ávirkan á viðurskiftir, ið ikki viðkoma teimum.
Russland hevur altíð havt eitt strongt samband við NATO. Tað gjørdist ikki betri, tá Russland leyp á Ukraina og tók Krim hálvoynna og legði hana undir Russland.
Russland sær eisini víðkanina av NATO sum eina vesturlendska ekspansión og tí vilja teir forða. Nú, ið Balkanlond eisini fara at vilja sleppa uppí, gerst tað enn meira eldfimt.

Í eini roynd at fáa fólkið í Montenegro at forða fyri, at limaskapurin gerst endaligur, hevur Maria Zakharova, talskvinna fyri uttanríkisráðið í Moskva, lagt upp til, at Montenegro heldur eina fólkaatkvøðu um málið. Andstøðan og politisk mótstøðufólk hjá stjórnini í landinum hava eisini lagt upp til eina fólkaatkvøðu, men enn hevur Djukanovic ikki vilja givið eftir. Hann stendur við sítt, at Montenegro skal gerast limur í NATO og at stjórnin hevur heimild at taka ta avgerðina sjálv.

Montenegro tikið stór fet framá

Tað er eingin ivi um, at Montenegro nú veksur um sína diplomatisku støðu. Tey fara frá at verða ein eygleiðari við NATO-fundir til at sita við borðið. Tað verður ein partur av trygdartilbúgvingini í Evropa og fer at eiga ein part í áhugamálunum, ið stýra stovninum og samstarvinum. Tað er ein góð støða fyri eitt lutfalsliga lítið land sum Montenegro. NATO hevur eisini leingi havt ætlanir um at víðka um sína ávirkan í Balkan-økinum, og Montenegro er nokk tann lættasti samstarvspartnarin í løtuni. Landið er ikki í ósemju við nakað av sínum grannalondum og er ikki tað mest strategiskt umráðandi landið í økinum. Tað er møguliga Serbia, men tey siga seg vera hernaðarliga uttanveltaði og vilja tí ikki uppí NATO. Tað er so støðan fyribils í hvussu so er, men Serbia hevur undirskrivað eina samstarvsavtalu við NATO, ið m.a. inniber, at serbiski herurin hevur venjingar saman við herfólki hjá NATO-londum.

Tað var tó ikki uttan víðari, at Montenegro slapp uppí. Tey máttu lúka treytir, ið innibóru bygnaðarbroytingar og hugburðsbroytingar innanlands, undir eygleiðing av NATO. Talan er m.a. um pressufrælsi, ið er skert; ódemokratisk val og ring viðferð av aktivistum. Eisini er Djukanovic sagdur at verða ógvuliga korruptur og stýra landinum við harðari hond. Øll hesi viðurskifti skuldu verið komin uppá pláss, áðrenn NATO-limaskapur átti at komið uppá tal, men fleiri hava víst á, at tað haltar enn.

Tað hevur ikki verið uttan mótmælir, at Montenegro fer upp í NATO. Nógv minnast hvussu felagsskapurin bumbaði økið í 1990-unum og fleiri vilja verða við, at fólkið átti ikki at gloymt ræðuleikarnar so skjótt.

Hvussu alt fer at spæla av, er ringt at siga. Montenegro er ikki eitt týdningarmikið land hernaðarliga, men súmbolskt hevur tað nógv at siga fyri NATO, at landið er komið uppí, tí tað økir um ávirkanina í eysturevropa. Montenegro tók eisini undir við sanktiónum mótvegis Russlandi undir Ukraina-kreppuni, ið fekk russar at vakna við tað alt meira vesturlendskt sinnaða Montenegro. Hvussu russar fara at svara aftur, letur bíða á sær, men teir hava í øllum førum ført ein sterkan retorikk.

  

  

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður