Ítróttur

Misti triðjaplássið men vann prikkutu troyggjuna

2018-06-10 21:57 Author image
Ingi Samuelsen

Tað eydnaðist ikki føroyska súkklaranum Torkil Veyhe at koma upp á sigurspallin, tá franska súkklukappingin Ronde de l’Oise endaði í dag.

Torkil gjørdist nummar 24 í dag, men var so óheppin at missa fimm sekund í mun til fremsta bólkin um málstrikuna, og tað var nóg mikið til at missa triðja plássið, sum hann hevði undan fjórða og seinasta degnum í kappingini.

Torkil Veyhe legði grundarlagið til góða úrslitið á fyrsta túrinum í kappingini hósdagin, tá hann saman við norðmanninum Henrik Evensen komu einsamallir á mál. Evensen vann tó í spurtinum.

Henrik Evensen megnaði at halda sær á fyrsta plássa líkt til tað síðsta. Hann setti krúnuna á verkið við at vinna hópspurtin í dag.

Evensen, sum súkklar fyri liðið Joker Icopal, gjørdist samlaður vinnari av Ronde de l'Oise 14 sekund framman fyri bretan Fred Wright á øðrum plássi, sum var tvey sekund framman fyri kekkan Josef Cherny, ið vann sær triðja plássi. Tvey sekund aftanfyri kom so Torkil Veyhe á fjórða plássi, sum ikki gevur nakran heiður.

Men Torkil megnaði tó at koma upp á sigurspallin kortini. Tað var fyri at vinna prikkutu fjallatroyggjuna.

Á túrinum fyrsta dagin savnaði Torkil 44 fjallastig saman, og tað var nóg mikið til at gerast samlaður vinnari av fjallakappingini.

Torkil fekk tilsamans 45 fjallastig, og tað var sjey stig fleiri enn Evensen og 14 fleiri enn Cherny.

Næstu uppgávurnar hjá Torkili vera tvær stórar kappingar í Danmark komandi vikuskifti, Fyn Rundt leygardagin og GP Horsens Posten sunnudagin.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður