Minningarorð: Benny Samuelsen farin

Minningarorð: Benny Samuelsen farin

2018-01-05 10:45 Author image
Georg L. Petersen

Benny var sonur Lenu og Steingrím Samuelsen úr Fuglafirði, og elstur av tólv systkjum – tíggju brøður og tvær systrar.

Fyri Benny gjørdist Dimmalætting tíðliga ein partur av lívsleiðini, og longu sum fjúrtan ára gamal kom hann í prentaralæru á Dimmalætting, og fleiri beiggjar fylgdu í fótasporunum – Flemming, Herbert, Torleif, Aage og Hugo fylgdu eftir og vóru teir allir í ein mansaldur í starvi á blaðnum. Flemming, Herbert og Torleif eru allir farnir, og nú fór Benny. Eisini eru Randi, Jov og Gunnar farin burturav stóra systkinaflokkinum, so nú eru Eilif, Vilborg, Aage, Hugo og Stanley eftir.

Sjálvur lærdi eg Benny og hinar beiggjarnar á Dimmalætting at kenna sum smádrongur, tá eg plagdi at vitja abba, Georg L. Samuelsen, á Dimmalætting. Eg hevði so ómetaliga trupult at skilja millum allar hesar myrkleiddu beiggjarnar, so eg tosaði bara um “dimmalættingarnar”.

Benny hevði skrivstovu beint yvir av abba, og tað lá nokk leingi í kortunum, at tað var hann, sum skuldi taka yvir sum blaðstjóri, tá abbi ikki orkaði longur, og hetta hendi í 1981. Hann var tíggju ár frammanundan vorðin partur av redaksjónini, sum so spakuliga varð víðkað við fleiri fólkum. Farið var undir at fyrireika flytingina úr Erling Jalsgøtu í ein nýggjan bygning á Hálsi. Gamla blaðhúsið var ov lítið til at prentsmiðjan kundi byggjast út og fleiri fólk setast í starv sum blaðfólk. Fýra ár eftir, at Benny hevði tikið við, varð flutt inn í nýggja blaðhúsið á Smyrilsvegi, sum at kalla varð rindað kontant, eftir at pengar vóru lagdir til viks í áravís til endamálið.

Benny var eitt gott og inniligt menniskja, og eg haldi ongantíð, at nakar hevur sagt nakað ringt um hann. Hann dugdi sera væl við fólki, lærdi fegin frá sær og var ómetaliga nærlagdur málsliga. Hetta sást millum annað aftur, tá hann, eftir at hann var farin frá, javnan vitjaði á blaðnum. Hann fekk sær eitt av fyrstu prentaðu eintøkunum hvørja ferð blaðið varð prentað, og las tað á tamb við einum reyðum penni í hondini. Soleiðis rættaði hann allar stavivillurnar í blaðnum, og gav forsíðuni próvtal. Onkuntíð var heilt galið, og tá kundi úrslitið vera Slett, ella TG minus – tá eingin villa var, var próvtalið UG pluss. Allir journalistarnir vildu síggja rættaða eintakið og fingu onkuntíð sum frammaná og til aðrar tíðir var lagið gott – virðingin fyri Benny var ikki at fara skeivur av. Hann var líkasum ímyndin av blaðnum hjá okkum øllum ungu, sum royndu og hildu seg kunna at broyta Føroyar til eitt betri stað. Onkuntíð vóru vit kanska nakað háfloygdir, og tá hálaði Benny okkum niðuraftur við nøkrum fáum vælvaldum orðum.

Sum smádrongur kendi eg Benny sum blíða mannin í skrivstovuni yvirav abba, sum eisini, tá lagið var heilt gott, bjóðaði mær eitt kongabomm – men ongantíð meira enn eitt hvørja ferð. Í fólkaskúlanum var eg eisini í starvsvenjing á blaðnum og fekk tá innlit í meira stressaða gerandisdagin, tá orðavalið ikki altíð var so stovureint beint upp undir dead-line – men Benny var hesin róligi maðurin, sum so siðiliga fekk javnvág í aftur.

Serliga væl minnist eg kvøldini, tá blaðið hevði so nógvar síður, at tað ikki kundi prentast í einum, men tveimum ella trimum umførum. Eingin maskina var at leggja bløðini saman, so tað mátti gerast við handamegi. Tá vórðu vit ungu biðin at hjálpa og ofta gjørdist tað seint. Tá vóru ordrar sendir til pylsuvognin á keiini, so øll kundu fáa kylling og kips, áðrenn vit aftur løgdu í vaðið. Hesin serligi lukturin av prentsvertu og frituru er aldrin farin frá mær og vekir minni um hugna og góð kvøld, har vit kappaðust um, hvør kundi leggja flest bunkar saman. Tað ráddi eisini um, at bunkarnir vóru snøggir, og tað var ikki bara sum at siga tað hjá okkum ungu. Altíð var tann hjá Benny snøggast og snórabeinur í kantunum.

Í 1988 fekk eg á fyrsta sinni starv á blaðnum í eitt ár, áðrenn leiðin gekk til Danmarkar í lestrarørindum. Tað var í nýggju hølunum á Smyrilsvegi, og aftur legði Benny lag á. Sjálvur havi eg ongantíð verið nakar málsligur brandur, men eg fekk virðing fyri málinum hetta árið, takkað verið Benny og nøkrum av beiggjunum, sum ofta komu við sonevndum “tummilfingrareglum” sum vóru skrivaðir á lepar og festir á skriviborðið, millum annað nær talan var um “betur” ella “betri”.

Benny var giftur Dydduni (Sofíu), sum hann so brádliga misti í 29. januar 1993, tvey ár áðrenn hann fór frá sum blaðstjóri og skuldi njóta sítt otium. Hetta var dyggur smeitur. Men Benny so líkt bar hann hetta tætt at sær sjálvum og helt fram at stjórna blaðum tvey ár afturat, tá eg sjálvur og Beate L. Samuelsen tóku við blaðstjórnini.

Nógv fólk kom saman til móttøku, tá Benny takkaði fyri seg og gav okkum ábyrgdina. Hann valdi heilt at trekkja seg av redaksjónini, men var altíð góður hjá okkum at heita á og vitjaði, sum nevnt omanfyri, á blaðnum næsta dagliga, líkasum fyri at kenna eftir, um alt var sum tað skuldi. Hann legði seg ikki út í redaksjónellu valini, og sum nevndarformaður góðtók hann eisini um aldarskiftið almennu fráboðanina um eitt redaksjónelt grundstøði, har blaðið kunngjørdi sítt politiska óheftni. Eingin flokkur hevur nakrantíð átt blaðið, men søguliga hevði blaðið stuðlað Sambandsflokkinum, og ábyrgdarblaðstjórin á blaðnum átti eisini pláss í floksleiðsluni. Men Benny visti, at tíðin var farin frá hesum tilknýti og stuðlaði okkum.

Benny dámdi nátttúruna og alt tað hon kundi lata. Hann var fastur maður á haruveiði, men hann var eisini mangan á floti saman við soninum Andras. Báturin, eitt gamalt 6-mannafar við navninum Emil, lá við síðuna av okkara í mong ár, og tá fingu vit eisini mangt prátið. Onkuntíð var eg eisini boðin heim ein túr at vitja í hugnaligu húsunum í Magnus Heinasonargøtu.

Hóast Benny slepti tí redaksjónellu leiðsluni í 1995, so helt hann fram í nevndini á Dimmalætting og á Prentmiðstøðini, líka inntil alt virksemið mátti seljast eftir ein stóra feilíløgu í Vinnuvitan og Vikublaðið. Hetta neit honum svárt, eisini at Dimmalætting fór av knóranum við nýggjum eigara í 2013 – blaðið, Dimmalætting, var ein partur av honum, har hann hevði starvast í 52 ár og fleiri ár afturat sum nevndarformaður. Men hansara sál var framvegis til staðar, tá blaðið eftir eitt ára steðg varð endurstovnað í 2014 av hugsjónarmanninum Poul Hansen, advokati. Benny var ein av okkara fyrstu haldarum.

Ein megnarmaður er farin, og okkara tankar leita til Andras, Lindu og Steingrím við familjum. Friður verið við minninum um Benny Samuelsen.

Georg

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður