Mikkeller flytir inn í Gullhornið

2016-07-08 15:36 Author image
Elisa Vang

Øl-glaðir føroyingar kunnu nú gleða seg til at smakka spennandi ser-øl mitt í Havnini. Gullhornið í Gongini í Havn verður í hesum døgum høvuðsumvælt til nýggju leigararnar, sum eftir ætlan flyta inn í heyst.

- Vit hava samstarvað við Mikkeller í eitt ár nú. Teir hava verið og vitjað okkum fyrr, teir kenna okkara fyritøku og hava jú bryggjað øl fyri okkum fyrr. Vit hava fleiri matstovur í hesum økinum og halda tað nú vera hóskandi við einari barr við serligum øli, greiðir Johannes Jensen frá, ið er stjóri fyri Gist og vist-samtakið, sum eigur matstovurnar í sama øki, Áarstova og Ræst.

     

Ætlanin við Mikkeller er at skapa eina lítla og intima barr í Dandastovu, sum húsið upprunaliga eitur. Í stovuhæddini vera 20 sitipláss, meðan tað bert vera 10 standipláss í kjallaranum, har kaggarnir eisini koma at standa upp við vegginum. Umframt tey mongu sløgini av øli, ið Mikkeller borgar fyri, verður møguleiki fyri at keypa sær ein bita. Í staðin fyri smyrjibreyð, sum tær donsku barrirnar hjá Mikkeller servera, verða tað matstovurnar hjá Gist og vist-samtakinum, ið fara at matgera smárættir.

- Øl verður bert serverað á fati, og sjálvi meta vit, at talan ikki verður um kapping við føroysku bryggjaríini. Heldur er talan um positiva kapping, har vit vaksa um fjølbroytni av øli í Føroyum. Mikkeller bryggjar øl kring allan heimin, og tað er ikki óhugsandi, at hann eisini er áhugaður í at bryggja saman við føroysku bryggjaríunum, sigur Johannes Jensen.

Eingin dagfesting er sett á upplatingina av Mikkeller í Dandastovu, men væntandi verður tað til heystar.  

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður