Miðnám: Væl færri umsóknir

2017-03-23 09:02 Author image
Sigmund Vang

Seinastu árini hevur talið á umsøkjarum til miðnámsútbúgvingarnar verið minkandi. Síðani 2014 er talið minkað við til samans 205 umsøkjarum, hetta svarar til 16 prosent. Í mun til 2016 eru 122 færri umsøkjarar færri í ár, har 1063 søktu, hetta svarar til 10 prosent.

Mentamálaráðið upplýsir, at tað, eins og undanfarin ár, eru genturnar sum eru meiriluta. Tær umboða 54 prosent av umsøkjarunum.

Minkingin í umsóknartalinum rakar serliga yrkisútbúgvingarnar, har minking er í øllum útbúgvingunum uttan í heilsuútbúgvingini.

Harafturímóti sæst ein lítil vøkstur samanumtikið í teimum gymnasialu útbúgvingunum, har áhugin er størstur fyri at fara á hugbreyt og náttúrubreyt. Áhugin fyri at fara á fyrireikingarbreyt, tøknibreyt og tilfeingisbreyt er tó minkandi.

  

  

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður