Føroysk Miðlafólk verður verandi egið felag

2017-03-05 08:49 Author image
Sigmund Vang

Felagið Føroysk Miðlafólk avgjørdi á aðalfundi sínum leygardagin, at felagið ikki fer undir annað fakfelag, men heldur skal halda fram og styrkja um fakliga virksemi sítt.

- Felagið hevur farna árið arbeitt miðvíst við at kanna, um felagið skuldi fara í samstarv ella leggja saman við annað felag. Eftir aðalfundin í dag er full semja um, at felagið heldur fram sum sjálvstøðugt felag. Føroysk Miðlafólk fer at seta ferð á fakliga virksemið, bøta munandi um tryggingarviðurskiftini hjá limunum og gera felagið meira sjónligt. Føroysk Miðlafólk vil vera snúningsdepilin fyri øll miðlafólk í Føroyum og hevur seinastu dagarnar longu fingið fleiri nýggjar limir, sigur nevndin í skrivi sent miðlunum.

Føroysk Miðlafólk er í dag limur í norðurlendska, evropeiska og altjóða fakfelagssamstarvinum fyri journalistfeløg, og ætlanin er at uppraðfesta hesar limaskapir.

Á aðalfundinum var nýggj nevnd vald, og fleiri ganga aftur frá undanfarnu nevnd.

Hesi manna nú nevndina í felagnum:

Jón Brian Hvidtfeldt, formaður

Øssur Winthereig, næstformaður

Sólvit Nolsø, skrivari

Uni Arge, nevndarlimur

Beate L. Samuelsen, nevndarlimur

Jógvan Hugo Gardar, tiltakslimur

Jens Kristian Vang, tiltakslimur

Sólvit Nolsø og Jens Kristian Vang eru nýggir í nevndini.

  

  

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður