Mugu gera upp við vesturlendsku skuldarkensluna

2016-08-19 15:02 Author image
Simona Midjord

Støðan í stórum partum av Miðeystri er innan heilt stutta tíð vorðin sera harðlig og ógvuslig. Hendan gongdin hóttir samstundis ein stóran part av fólkinum í vesturheiminum. Hetta hava vit sæð í evropeiskum stórbýum so sum Keypmannahavn, París, Bruxelles og nú seinast í Nice við ógvusligum yvirgangsatsóknum.

Ófriðurin hevur fingið nógv fólk at seta sær spurningin, hvør í roynd og veru hevur skuldina av núverandi kreppustøðuni. Her hava nógvir politikkarar og samfelagskjakarar víst á vesturlendska imperalismu í arabiskum londum, og tí skal vesturheimurin, sambært teimum, sjálvur hava skapt ófriðin í Miðeystri og harvið eisini núverandi yvirgangin í vesturheiminum – so sum eitt nú bretski politikarin og kjakarin George Galloway hevur víst á við tilvísing til innrásina í Irak í 2003. Men hetta sjónarmiðið er faktuelt misvísandi.

Um ein vil hava eina meira veruleikakenda fatan av kreppustøðuni í Miðeystri, er altumráðandi, at hon ikki einans verður viðgjørd í ljósinum av krígnum í Irak ella aðrari vesturlendskari uppílegging í arabiskum viðurskiftum, men eisini í ljósinum av Arabiska Várinum. Herundir noyðist ein at vera erligari ímóti sær sjálvum í sambandi við týðiliga og neiliga leiklutin, sum átrúnaður hevur havt fyri fólkaræðisligu menningina í økinum.

Ein sunnur og skilagóður religiónskritikkur er avgjørt neyðugur til tess at fáa eina meira nuanseraða fatan av íkomnu støðuni í stórum partum av Miðeystri. Religiónskritikkur er neyðugur, hetta hóast ein kritisk støða mótvegis islam verður mett sum politiskt ókorrekt.

 

Gloymda frælsisrørslan

Arabiska Várið byrjaði í Tunesia, tá ið ein ungur maður, nevndur Mohamed Bouazizi, 17. desember 2010 setti eld á seg sjálvan sum eitt mótmæli ímóti korruptión og ágangi frá tunesisku myndugleikunum. Tað vóru hendingarnar í Tunesia, sum settu eld í stórar partar av tí arabiska heiminum og elvdu til stórar kravgongur og mótmæli til frama fyri nøkur heilt grundleggjandi mannarættindi í fleiri av londunum innan Arabisku Samgonguna.

Úr Tunesia breiddu mótmælini seg til fleiri lond í Miðeystri – millum annað til Egyptaland, Yemen og Sýria. Í Sýria er tvídrátturin vorðin til eitt sera blóðugt og harðligt borgarakríggj við fleiri enn 400.000 deyðum, samstundis sum fleiri milliónir eru flýdd úr landinum. Arabiska Várið er, síðan tað byrjaði í 2010, vorðið ein av teim størstu humaniteru kreppunum, vit hava sæð síðani seinra heimsbardaga.

Í hesum sambandi er sera umráðandi at hava í huga, at Arabiska Várið byrjaði heili sjey ár eftir innrásina í Irak, og enntá í norðurafrikanska Tunesia, sum er langt frá Miðeystri, og nærri Italia í Suðurevropa. Tískil er ilt at síggja eina greiða korrelatión ímillum vesturlendska uppílegging í Irak ella Afghanistan og so núverandi rokið í øðrum pørtum av tí arabiska heiminum.

Arabiska Várið vísti eisini eina ovurstóra misnøgd ímillum muslimar, ið búðu í hesum økjunum, sum teir nú í hópatali flýggja frá. Ein stórur partur av muslimska fólkinum í Miðeystri ætlaði, við øllum rætti, at sleppa sær av við tey mongu totaliteru og teokratisku einaræðini, sum vóru í økinum. Tað er tískil ikki av leið at føra fram, at gongdin í Miðeystri seinru árini hevur millum annað verið eyðkend av framkomuni av einari arabiskari frælsisrørslu, ella eisini einari nútímansgerð av islam. Gongdin hevur ikki einans verið ein neilig avleiðing av vesturlendskari imperialismu.

Samstundis hevur henda tilgongdin í arabiska heiminum ikki verið eyðkend av, at man hevur roynt at innføra fólkaræði ímóti fólksins vilja. Eitt dømi um tess er Tunesia, sum nú, og eftir egnum ynski, er vorðið eitt fólkaræði við tí greiðu ætlan at skilja religión frá statinum.

Nógv av teimum, sum nú flýggja úr arabiska heiminum til Evropa, flýggja eisini, tí at tey vilja liva í einum fólkaræði. Tí eigur vesturheimurin at trúgva meira upp á seg sjálvan í royndunum at stimbra fólkaræðisligu tilgongdina úti í heimi. Harundir eiga vit, so frægt til ber, at stuðla muslimskum broytingarrørslum. ”Muslim Reform Movement” er eitt dømi um eina slíka broytingarrørslu, sum vit eiga at stuðla. Hon varð stovnað í 2015 av sekulerum muslimum, búsitandi í Evropa og Amerika, og er ikki so heilt ósannlíkt ein av okkara bestu møguleikum fyri at fá bilbukt við totaliterum átrúnaði. Um hetta skal eydnast er tað als neyðugt, at ein reformatión kemur frá muslimum sjálvum.

 

Men hevur Irak kríggið ikki skapt IS/Daesh

Grundanin av fundamentalistiska yvirgangsfelagsskapinum, kendur sum Islamskur Statur, ella Daesh, stavar heldur ikki frá innrásini í Irak í 2003. Tað vita vit, av tí at Daesh jú longu varð til í 1999 – tá undir navninum ”Felagsskapurin fyri Monoteismu og Jihad”. Yvirgangsfelagsskapurin hevur, síðan hann varð settur á stovn fyri 17 árum síðan, skift navn fleiri ferðir og fokus enn títtari, alt eftir gongdini í Miðeystri. Til dømis var felagsskapurin í byrjanini ógvuliga upptikin av at avtaka jordanska kongshúsið, hetta tí at tað varð ikki mett at vera nóg fundamentalistiskt ella islamistiskt. Ynskið um at stovna eitt kalifat í Miðeystri hevur tó altíð verið fremsta málið hjá felagsskapinum.

Hetta merkir við øðrum orðum, at upprunin til Daesh ikki er ein reaktión uppá vesturlendska imperalismu í Miðeystri. Neyðugt er í hesum sambandi at skilja, at Daesh fær sín íblástur frá teim heilagu islamisku skriftunum. Harav er ein trupulleiki við hesum, at hesar skriftir, bókstaviliga talað, verða lisnar sum Guds sanna orð, og at tað er frá teimum, at felagsskapurin hevur sítt politiska mandat.

Við hesum sum grundarlag eru vit komin hartil, at islam, í núverandi líki, potentielt kann vera ein vandi fyri samfelagið. Islam hevur, stutt sagt, brúk fyri einari nútímansgerð.

Tá ið tað er sagt, er tað tó ein veruleiki, at Daesh vaks seg sterkan eftir valdstómrúmið, sum amerikanarar lótu eftir sær, tá ið teir tóku seg úr Irak. Afturtøkan av amerikanskum herliðum hendi, eftir tykki undirritaða, tí at amerikanski forsetin Barack Obama hugsaði meira um sítt eftirmæli enn um stabilitetin í Irak. Undirritaði er av tí áskoðan, at vesturheimurin skuldi havt verið longur í Irak, eins og gjørt varð í Týsklandi og Japan eftir seinra heimsbardaga, hetta til tess at tryggja varandi stabilitet í landinum.

Harumframt kunnu vit heldur ikki bara lata sum luft, tá ið brotsverk ímóti mannaættini verða framd, heldur ikki tá ið tey henda uttanfyri Evropa ella Amerika. Tí var tað rætt at koyra Saddam Hussein og synir hansara frá valdinum. Handfaringin av irakska stjórnarskiftinum varð tó grundað á eitt vantandi vesturlendskt forstáilsi fyri grundleggjandi religiøsum og politiskum eyðkennum í Irak, og ikki minst varð ógvusligi haturin ímillum teir ymsu átrúnaðarligu bólkarnar í landinum undirmettur.

Tað er tó ikki bara vesturheimurin við USA á odda, sum hevur skuldina av núverandi ófriðinum í Irak. Tann politiska leiðslan í Irak við persónum sum Nouri al-Maliki og Haider al-Abadi hava nevniliga eisini ein stóran part av skuldini, í og við at teir ikki hava lurtað eftir ynskinum hjá tí vanliga fólkinum í Irak. Hetta hevur t.d. Helle Lykke Nielsen, lektari í Miðeystur-viðurskiftum á Syddansk Universitet, víst á í eini grein fyri danska blaðið Dagbladet Information.

Flestu av islamistisku yvirgangsálopunum í Evropa og Amerika verða heldur ikki framd sum ein reaktión uppá vesturlendskan uttanríkispolitikk. Hetta eru álopini á til dømis franska blaðið Charlie Hebdo í París og samkynd í Orlando í USA sigandi dømi um. Harvið vita vit, at tekningar og samkyndleiki eru nóg mikið til at eggja til islamistisk yvirgangsálop í vestri.

Hóast hetta stendur mýtan um, at ófríðurin í Miðeystri og islamistisk yvirgangsálop í Evropa og Amerika er eitt úrslit av vesturlendskari imperialismu, enn í besta blóma. Hetta er ein av mongu uppafturtiknu mýtunum, ið brúktar verða í fjølmiðlum og kjaksendingum.

 

Aftur til veruleikan

At fólk brúka vesturlendskan uttanríkispolitikk sum eina umbering fyri ófrið í Miðeystri og islamistiskan yvirgang í vesturheiminum, er eftir fatanini hjá undirritaða ein tilvitað – ella ótilvitað – verjumekanisma, sum fólk nú á døgum brúka fyri at burturforklára ein kaldan og óhugnaligan veruleika: nevniliga, at ein politisk hugsjón, sum er bygd uppá eina tulking av islam, og sum er so óhugnalig og ræðandi, at vit ikki hava sæð makan til nakað líknandi síðan seinra heimsbardaga, er við at vinna frama í samfeløgum okkara.

Flestu fólk vilja heldur ikki verða stemplað rasistisk ella xenofobisk, og tí eru fólk bangin fyri at finnast at islam. Men talifrælsið kann bert yvirliva, um fólk eru fús at brúka fría orðið, tá ið tað veruliga brýtur í bæði borð. At geva vesturheiminum skuldina fyri núverandi kreppustøðuna í Miðeystri eins væl og islamistiskan yvirgang í vesturheiminum er snøgt sagt at síggja burtur frá nøkrum heilt grundleggjandi átrúnaðarligum og politiskum trupulleikum, sum eru partur av gerandisdegnum í bæði Miðeystri, og nú eisini í Evropa, og sum eru íkomnir av einum støðugt vaksandi tali av muslimum, ið partvíst loka samleika teirra inni í einari svart-hvítari islamistiskari

hugsjón.

At so er, vísir rapportin, ið PET hevur gjørt um radikalisering í 2016. Rapportin sigur soljóðandi um sambandið ímillum terror og islam:

”Militant islamistisk radikalisering kan beskrives som en dynamisk proces, hvor et individ konverterer til en radikal fortolkning af islam.”

Sostatt vita vit, at islamistiskur yvirgangur hevur ”okkurt” við islam at gera, sjálvt um teir flestu politikkararnir í vesturheiminum mangan føra fram tað øvuta. Hetta er sjálvsagt ikki galdandi fyri allar muslimar í vesturheiminum. Muslimar í vesturheiminum eru nevniliga, sambært Gallup-kanningum, tvíbýttir, tá ið tað kemur til spurningin um stuðul teirra til vesturlendsk frælsisvirði. Hesum greiddi Heini í Skorini skilagott frá í greinini “Stríðið um ta muslimsku sálina” herfyri í Dimmalætting.

Spurningurin, sum stendur eftir í hesum viðfangi, er, hvussu vit fáa ta helvtina av muslimum, sum ikki stuðla vesturlendskum frælsisvirðum, yvir á okkara síðu.

Neyðugt er at gera sær greitt, at í sjálvum Miðeystri og í sjálvum islam er ein størri og meira grundleggjandi trupulleiki, sum vesturheimurin ikki hevur nakra ábyrgd av – tó so at vesturheimurin so sanniliga kann hjálpa til við at bøta um støðuna í økinum við eitt nú erligari argumentatión frá vanligum fólki og polittikarum í vestri. Umráðandi er í hesum sambandi at hava í huga, hvat ið kravgongurnar og mótmælini í Arabiska Várinum upprunaliga snúðu seg um: nevniliga at tryggja og seta í verk fólkaræðislig rættindi fyri kvinnur og menn. Tað var tí, at fólk í arabiska heiminum av fyrstan tíð settu sær fyri at gera av við tey diktatorisku og teokratisku harðræðini.

Orsakað av síni fyrigyklaðu skuldarkenslu og politisku korrektheit hevur vesturheimurin gjørt alt ov lítið fyri at stimbra arabisku frælsisrørsluna í Miðeystri. Hann hevur eisini gjørt alt ov lítið fyri at stuðla broytingum innan islam í Evropa og Amerika. Í løtuni ræður ein stór moralsk ørkymlan í vesturheiminum, serstakliga á vinstraveinginum, har ið allar atfinningar ímóti islamismu verða settar í samband við rasismu og xenofobi. Tað er ein risastórur trupulleiki, sum vesturheimurin má fáa bilbukt við. Vantandi atfinningar fara bert at føra til upp aftur fleiri yvirgangsatsóknir í vesturheiminum og í øðrum lagi stimbra ekstremismuna á høgraveinginum enn meira.

 

Herman Christiansen er cand.mag. í søgu og heimsspeki frá Københavns Universitet og skrivari/kjakari hjá Kristeligt Dagblad/Religion.dk

 

 

Keldur:

Graeme Wood: What ISIS really wants, The Atlantic, 2015: http://www.theatlantic.com/magazine/archive/2015/03/what-isis-really-wants/384980/ 

Heini í skorini: Stríðið um ta muslimsku sálina, Dimmalætting, 2016: http://www.dimma.fo/premium-content/muslimska-salin/

Helle Lykke Nielsen: Det er ikke altid kun Vestens skyld, Dagbladet Information, 2016: https://www.information.dk/debat/2016/08/altid-kun-vestens-skyld

Politiets Efterretningstjeneste - Center for Terroranalyse: Militant islamistisk radikalisering, 2016: https://www.pet.dk/~/media/VTD%202016/20160428Militantislamistiskradikaliseringpdf.ashx

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður