Michelin-kokkur bjóðar ókeypis mat til fátæk

Modelmynd: Shutterstock

Michelin-kokkur bjóðar ókeypis mat til fátæk

2017-12-25 14:48 Author image
Emil Jacobsen

Italski kokkurin Massimo Bottura, sum er heiðraður við Michelin-stjørnu, ætlar í nýggja árinum at lata tvær nýggjar matstovur upp í ávíkavist Napoli og Paris. Men talan er ikki um vanligar matstovur. Hetta verða matstovur, sum bjóða mat, ið er gjørdur úr avlopsvørum hjá matvøruhandlum, ókeypis til fátæk.

Bottura eigur eina fína matstovu í Modena, har einki á matarlepanum kostar minni enn 250 evrur. Men hann eigur eisini eina matstovu í Milano, sum gevur teimum fátæku og heimleysu mat – og nú ætlar hann at gera fleiri slíkar matstovur, ið skulu bjóða mat, sum matvøruhandlar annars ætla at beina burtur, tí maturin er útgingin.

– Eg havi ongantíð hildið, at slíkur matur eigur at verða burturbeindur. Eg havi altíð hildið, at breyðmolar, yvirbúnaðar tomatir og brúnar bananir bara eru nýggir møguleikar hjá okkum. Møguleikar at vísa, hvat vit kunnu gera við okkara egna kreativiteti, sigur Massimo Bottura við Reuters.

Tá matur verður latin heimleysum og fátækum, verður tað ofta gjørt í sonevndum ”suppukøkum”, har fólk standa í bíðirøð eftir at fáa mat. Men hjá Bottura í Milano er talan um beinleiðis matstovur, har fólk koma inn og seta seg við eitt borð. Tað avmarkar talið av vitjandi til 96, men sambært Bottura gevur tað hesum fólkum nýtt sjálvsálit og nýtt mót upp á lívið.

Sambært ST-stovninum fyri mat og landbúnað, FAO, fer umleið ein triðingur (umleið 1,3 mia. tons) av øllum mati, ið verður framleiddur kring heimin, til spillis.

 

Kelda: Reuters

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður