Heimatíðindi

MFS: Góðskutryggja útbúgvingarnar, áðrenn vit skapa nýggjar

Mynd: Landssamtök íslenskra stúdenta

Mynd: Landssamtök íslenskra stúdenta

2019-10-08 13:00 Author image
Terji Beder

Í einari innleiðandi fráboðan á ráðstevnu í Íslandi tann 31. August, sum snúði seg um góðskutrygging,  staðfesti Meginfelag Føroyskra Studenta, at Føroyar skulu tryggja góðsku í útbúgving, áðrenn farið verður undir at skapa nýggjar føroyskar útbúgvingar.

Í fráboðanini viðurkennir MFS, at Føroyar hava ein avmarkaðan kapasitet, og at vit tískil eiga at útvega færri útbúgvingar við hægri góðsku, enn at raðfesta eitt breitt úrval av útbúgvingum. Tá útbúgvingarnar í Føroyum eru á sama góðskustøði sum í øðrum londum, økja tær um mobilitetin hjá nýútbúgvnum at leita út í heim at víðariútbúgva seg.

Somuleiðis staðfesti MFS, at eitt útbúgvið fólk skapar eitt ríkt samfelag, og at útbúgving tí skal síggjast sum ein íløga. Tí er ein javnsettur atkomuleiki sera týdningarmikil, har eitt fíggjarligt ríkt bakland ikki skal verða avgerandi fyri møguleikan at fara undir hægri lestur. Sálarheilsa eigur heldur ikki at avgera um tey lesandi gjøgnumføra útbúgvingina.

Í fráboðanin, sum varð løgd fram á valdegnum í Føroyum, var eisini eitt ynski um, at komandi løgting fór at uppraðfesta hægri útbúgving í Føroyum.

Umboðini á ráðstevnuni vóru úr Danmark (DSF), Finland (SAMOK), Svøríki (SFS), Norra (NSO), Íslandi (LÍS) og Føroyum (MFS). Føroyar vóru umboðaði av altjóða skrivaranum hjá MFS, Borgný Súsonnudóttir Hansen, sum legði fráboðanina fram á pallborðsfundi.

 

Les fráboðanina her:

http://mfs.fo/tidindi/5rrz9gcwpyxpn9r9x45atjctn3xcsz

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður