Metstór luttøka á ólavsøkukappríðingini

2016-07-27 12:20 Author image
Jákup Højgaard

Tað eru nógv ár síðani so nógv ross eru meldað til kappríðing á ólavsøku, skrivar Føroya Ríðingarfelag á heimasíðu síni. 

Tað verða ikki færri enn 37 ross til kappríðingina í Marknagili ólavsøkudag. So stórt luttøkutal hevur ikki verið síðani aldarskiftið, skrivar ríðingarfelagið. Tað hava verið nøkur sløk ár hjá felagnum viðvíkjandi luttøku til kappingarnar, men nú vónar nevndin, at høga luttøkutalið á ólavsøku er eitt tekn um betri tíðir fyri kappríðingina. 

Tey 37 rossini luttaka í sjey ymiskum bólkum. Tað eru serliga flokkanir Tølt og Skeið, sum hava høgt luttøkutal. Brandur í Dali, formaður í Føroya Ríðingarfelag sigur í viðmerking, at hetta er tekn um at tað var røtt avgerð at taka hesar flokkar við aftur í kappingina. Tað eru bólkanir Trav og Tvíspor ung, sum nú eru meira soltnir, men formaðurin sigur, at arbeitt verður við broytingum í hesum flokkum, soleiðis at teir eisini gerast meira áhugaverdir hjá reiðfólkum.

Ólavsøkukappríðingin er sera siðbundin kapping. Fyrsta kappríðingin á ólavsøku var í 1921, árini 1921 til 1927 var hon á Sundsvegnum, síðani flutti kappingin út á Velbastaðvegin, har kappast var til og við 1970. Síðani 1971 hevur verið kappast á breytini hjá Føroya Ríðingarfelag í Marknagili.

Føroya Ríðingarfelag varð stovnað 25/2-1943 og hevur felagið millum høvuðsendamálini at skipa fyri kappríðingum.

Kappríðing er sum vant á breytini í Marknagili ólavsøkudag kl 14.

    

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður