Mentanarnátt og -vika víkja fyri korona

2020-04-21 14:00 Author image
Sveinur Tróndarson

Seinastu 19 árini hevur Mentanarnáttin í høvuðsstaðnum verið ein líka trygg fráboðan um, at summarið stendur fyri durum. Soleiðis verður tó ikki í ár, og orsøkina kenna øll.

Í dag hevur Visit Tórshavn, sum samskipar tiltakið, boðað frá, at Mentanarnáttin, sum vanliga verður hildin fyrsta fríggjadag í juni, verður útsett til í heyst. Gongst eftir ætlan verður tiltakið tann 11. september ístaðin.

- Í 19 ár hevur Mentanarnáttin ment seg til eitt av størstu einstøku tiltøkunum í Tórshavn. Tiltakið er vaksið í vavi og er vorðið ein fólkaveitsla við tónleiki, undirhaldi, fyrilestrum og alskyns tiltøkum. Hetta er kvøldið, tá ið veruligt lív kemur í Havnar gøtur, og fólk fara út at spáka, heilsa upp á fólk og vitja tey mongu tiltøkini – tey flestu ókeypis, skrivar Visit Tórshavn í tíðindaskrivi.

Í løtuni er ikki greitt um tað ber til at halda Mentanarnáttina í september, skrivar Visit Tórshavn, men við hesum verður so ein roynd gjørd at halda tiltakið eftir summarstegðin ístaðin fyri nú.

Mentanarnáttir eru eftir hondini blivnar fastur partur av føroysku summarmyndini. Tað byrjaði í Havn fyri 19 árum síðan, men nú eru alsamt fleiri kommunur komnar uppí. Onkur við einum líknandi tiltaki, aðrar við mentanarvikum.

Seinni í dag hevur eisini Runavíkar kommuna kunngjørt, at mentanarvikan har er útsett, so hon verður 23. til 30. august.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður