Kjak

Kjak: Mentanargrunnur landsins havnar stuðulsumbønum upp á gjøt

2018-12-10 10:16 Author image
Høgni Mohr, rithøvundur

Vreiði er sum orka úr ravmagni. Hon kann stoyta ein vaksnan mann inn í ævinleikan. Hon kann eisini halda lív í andleysum pinkubørnum. Tað veldst um, hvat tú brúkar innstøkkini til.

Vreiði, sum verður brúkt at øsa fólk upp til at hata og gera forfylgd fólk uppaftur verri fyri, til dømis forfjónaðar muslimar í Evropa, kennist vanærandi.

Men vreiði, sum verður brúkt at fáa fólk á føtur fyri eina góða søk, er heimilað. Slík vreiði vísir, hvussu gjarna fólk vilja broyta okkurt til tað betra. Vreiði er týðandi partur av allari neyðugari ónøgd. Tann vreiðin hevur eitt dýrmett endamál. Hon skal broyta. Hon skal eggja. Hon skal fáa fólk við. Hon skal seta í gongd.

Fólk vilja viðganga alt møguligt. At tey hava krabbamein. At tey eru tunglynt. At tey hava hemoridur. Men vreiði er bannhalgað í okkara tíð. Eingin vil viðganga, at hann følir vreiði.

Well, folks, undirritaði er óndur (id est vreiður).

Nei x tíggju
Í 2011 søkti undirritaði Mentanargrunn landsins um starvsløn til tvey bókaprojekt. Annað var eitt journalistiskt frásagnarverk, sum í undankanning umfataði samrøður við umleið hundrað fólk um tvær ávísar ólukkur í Føroyum. Søkt varð um trý ára starvsløn til hesa verkætlan.

Hitt projektið var bók, grundað á endurminningar úr lívinum hjá einum persóni. Søkt bleiv um starvsløn í eitt ár til hesa seinnu ætlanina.

Tá ið avtornaði fekk undirritaði noktandi svar til størru ætlanina, og helvtina, tað er seks mánaðir, til ta minnu.

Síðan 2011 hevur undirritaði søkt um starvsløn at halda fram við hesi verkætlan, eins og at søkt er um starvsløn til onnur bókaprojekt. Alt til fánýtis. Tíggju ferðir hevur grunnurin svarað nei (okkurt árið er søkt fleiri ferðir).

Høvuðsgrundgevingin er stórt sæð tann sama:

"Nevndin ásannar, at fíggjarligu karmar grunsins í mun til talið á umsóknum hava við sær, at grunnurin ikki kann veita umsøkjarum við dygdargóðum verkætlanum játtandi svar."

So situr tú har sum eitt slenut spurnartekn. Tú veit ikki, hví tú fær starvsløn. Tú veit heldur ikki, hví tú onga starvsløn fær.

Tað er eyðmýkjandi at verða settur til viks upp í saman. Avleiðingarnar eru keðiligar. Tú tímir illa at avdúka teg sjálvan og tínar ætlanir fyri hasum grunsfólkunum. Trúgvin á ein sjálvan sum mentanarbera viknar. At enda verður tú óndur.

Og so er tað hitt við, at tað næstan ikki ber til fíggjarliga at virka í samfelagnum, vit hava bygt upp, hvussu asketiskt tú so roynir at bjarga tær (at mann um ikki annað fær eitt sindur til prentútreiðslur og skriviferðir frá mentanargrunninum kennist sum molar av tí stóra breyðnum).

Óskil og tilvild
Eitt er starvsløn, men tú verður eisini púra paff, tá ið søkt verður um studning til verkætlanir og íverksetan. Noktandi svar til slíkar umsóknir verða grundgivin við, at tað vanta upplýsingar:

"Avgerð nevndarinnar er grundað á, at henni tørvar dømi um tekst og myndir umframt útgreinaða fíggjarætlan."

Svarið fekk undirritaða at hugsa: Neyvan krevur øll nevndin í grunninum dømi um tekst og myndir. Og koma allir nevndarlimirnir á fund aftur, um eg sendi fleiri upplýsingar? Ikki mær vitandi. Situr forkvinnan so og viðger umsóknir einsamøll? Skinnviðger hon havnaðar umsóknir bara fyri at legitimera? Eg veit ikki.

At eitt ávíst skilaloysi valdar í grunninum gjørdist tó greitt. Undirritaði hevði nevniliga sent grunninum greið dømi um tekst í ætlaða bókaverkinum og skilliga fíggjarætlan fyri útgávuna (myndirnar til bókina vóru ikki teknaðar og tí ómøguligar at senda grunninum). Men grunnurin hevði rætt og slætt sløtt innsendu upplýsingarnar burtur.

Tá ið undirritaði vísti á hetta í nýggjari umsókn, fekk tað ongar aðrar avleiðingar enn  eitt teldubræv frá forkvinnuni, Ingun í Skrivarastovu. Teldubrævið fyriheldur seg ikki til, at grunnurin hevði sløtt kravdu partarnar av innsendu umsóknini burtur:

"Tú vísir á, at tú hevur sent upplýsingarnar í eini fyrru umsókn. Í málsviðgerðini taka vit støðu til sjálva umsóknina, sum er innkomin til ávíst umsóknarumfar, í hesum føri til verkætlanarstudning. Tað er altíð umráðandi hjá umsøkjara at greina hvørja einstaka umsókn gjølla og leggja viðheft skjøl við, hóast søkt hevur verið um tað sama áður. Grunnurin tekur ikki støðu til nýggjar umsóknir út frá tilfari, sum liggur í áður viðgjørdum umsóknum. Síggi at nýggj umsókn er innkomin, og hon verður viðgjørd á fyrstkomandi nevndarfundi."

Aftan á hesa formalistisku undanførslu fekk undirritaði heldur ongan verkætlanarstudning.

Starvsløn
So skal tað snúgva seg um starvslønir.

Grundgevingin fyri "nei" til starvsløn ár eftir ár er, at tað eru so nógvir umsøkjarar. Hetta skilir undirritaði ikki, tí nevndin gevur somu fólkunum starvsløn við tøttum millumbilum.

Millum annað fær Sakaris Stórá, sum Ingun í Skrivarastovu sjálv er impresario hjá, starvsløn fleiri ferðir. Og Jóhan Martin Christiansen, limur í starvsnevndini í LISA, fær eisini. Somuleiðis fekk ein annar starvsnevndarlimur í LISA, Hansina Iversen, ið er vinkona Ingunar, játtað umleið eina millión í starvsløn yvir trý ár (meiri um hetta seinni).

Sostatt fáa stýrandi fólk í LISA stórar starvslønir. Undirritaði hugsar: LISA tilmælir tveir nevndarlimir og tveir eykalimir til mentanargrunnin. Hvønn velja LISA-fólkini í mentanargrunnin? Er ein tænasta verd eina aðra?

Eftir seinasta vaðskítaumfar hjá grunninum bleiv undirritaði heilt forbannað svakur. Tí fór hann á fund við grunnin. Høvuðsspurningurin var:

"Hvørjar eru treytirnar til tess at fáa m.a. starvsløn, og hví lúki eg tær ikki?"

Mann fekk einki svar. Í fundarfrágreiðing aftaná skrivar forkvinnan, at nevndin tekur støði í sjálvari umsóknini, og at "her verður fyrst og fremst lagdur dentur á góðsku og býti millum leik og lærd."

Eisini vardi forkvinnan seg við at endurtaka:

"Grunnurin fær nógvar umsóknir, har fleiri eru á høgum góðskustigi, og við avmarkaðari játtan ber ikki til at tilluta øllum umsøkjarum stuðul (...)"

Kjøt millum andar
Eftir tykki undirritaða er fundarfrásøgnin ófullfíggjað. Ingun gjørdi nevniliga fyrst greitt, at tað ikki verður hugt at, hvat umsøkjarin hevur fingið starvsløn fyri áður. Og so, nakrar minuttir seinni, segði Ingun, at tað eisini verður hugt eitt sindur eftir, hvat ið viðkomandi hevur gjørt fyrr. Undirritaði hugsaði: Her hómast eingin linja.

Tá ið Ingun á fundinum varð mint á, at summi fólk fáa starvsløn sera ofta, vildi hon ikki tosa um tað.

Undirritaði skifti evni. Hann minti forkvinnuna á, at broyting er gjørd í lógini um mentanargrunnin, tí listafólkaløn er komin inn í lógina. Poengið hjá undirritaða var, at hetta peikar sama veg, nevniliga at tey etableraðu skulu hava upp aftur størri framíhjárættindi. Mann skilir millum professionellar mentanarberar og dilettantar. Vit umlopnu eru kjøt millum andar. Onkursvegna eru summi fólk farin at skilmarka seg sjálv sum serliga evnalig, og so eru tey brádliga betri enn onnur, tí tey sjálv siga tað.

Síðan fundin hava Katrin Ottarsdóttir (hevur fýra játtaðar starvslønir og sømdargávu hvørt ár á 20.000 krónur restina av lívinum), Búi Dam (hevur fimm játtaðar starvslønir) og Brandur Patursson (hevur tvær játtaðar starvslønir) fingið lovað listafólkaløn í trý ár í part.

Tey hepnu I
Onkursvegna skilir ein, at forkvinnan ikki vildi tosa um, at summi fólk ganga aftur í starvslønarhøpi. Í almenna yvirlitinum hjá Mentanargrunni landsins sæst nevniliga skjótt, at býtið sýnist alt annað enn rættvíst:

Bárður Oskarsson fekk seks mánaðir í 2017, sjálvt um hann hevði fingið tólv mánaðir í 2015, tríggjar mánaðir í 2013, seks mánaðir í 2011, fýra mánaðir í 2008 og tríggjar mánaðir í 2004 (tilsamans 34 mánaðir).

Dávur Djurhuus fekk tríggjar mánaðir í 2018, sjálvt um hann eisini fekk tríggjar mánaðir í 2016.

Durita Dahl Andreasen fekk tveir mánaðir ár um ár frá sitandi nevnd, bæði í 2017 og 2018.

Guðrið Poulsen fekk ein mánað frá grunninum í 2018, sjálvt um hon fekk seks mánaðir frá somu nevnd árið fyri. Tað kann síggjast í ljósinum av, at hon hevur fingið játtað starvsløn átta ferðir fyrr, tilsamans í 26 mánaðir. Guðrið dúvar eisini upp á sømdargávu landsins restina av lívinum.

Hansina Iversen fekk sum nevnt 36 mánaðir. Hon er vinkona forkvinnuna í mentanargrunninum. Hetta er fjórðu ferð, at Hansina fær starvsløn.

Hinnevndarlimurin í LISA, Jóhan Martin Christiansen, fekk seks mánaðir í 2018, og tað fekk hann eisini í 2016. Harumframt fekk hann 75.000 í íverksetanarstudningi í 2014.

Tey hepnu II
Marjun Syderbø Kjelnes hevur fingið starvsløn fimm ferðir fyrr, millum annað 36 mánaðir í 2009. Hví skal hon so eisini hava heilar tólv mánaðir í 2018? Samlaða almenna mánaðarlønartal hennara er nú 61.

Rakel Helmsdal gongur eisini aftur. Hon fekk tríggjar mánaðir frá sitandi nevnd ár um ár, bæði í 2017 og 2018. Hon fekk seks mánaðir í 2015 og tríggjar mánaðir í 2013. Hon fekk eisini 36 mánaðir í 2005 umframt tveir mánaðir í 2003, fýra mánaðir í 2002 og tríggjar mánaðir í 2001, tilsamans 60 mánaðir í átta játtanum. Harumframt fekk Rakel 75.000 krónur í íverksetanarstudningi í 2016, eins og hon fekk 75.000 krónur av sama studningi í 2010.

Sakaris Fríði Stóra, ið Ingun í Skrivarastovu sum áður umrøtt sjálv umboðar, fær eisini játtað starvsløn ár um ár frá sitandi nevnd. Í 2018 fekk hann tríggjar mánaðir, og árið fyri fekk hann tveir mánaðir. Harumframt hevur Sakaris fingið tríggjar mánaðir í 2015, seks mánaðir í 2013, tríggjar mánaðir í 2011 og ein mánað í 2010.

Silja Strøm fekk tólv mánaðir í 2017. Hon hevði annars fingið seks mánaðir í 2015 og tríggjar í 2013.

Yrkjarin, Vónbjørt Vang, nevndarlimur í Rithøvundafelagnum, fekk tólv mánaðir í ár. Hví fekk hon ikki seks mánaðir, so onkur annar kundi fáa tað sama?

Tey hepnu III
Hanni Julius Bjartalíð fekk tríggjar mánaðir í 2015, tólv mánaðir í 2013, tríggjar mánaðir í 2011, tríggjar mánaðir í 2010, fýra mánaðir í 2008, tríggjar mánaðir í 2007 og tríggjar mánaðir í 2005; tilsamans er hetta 31 mánaðir.

So er tað Sissal Kampmann, sum situr sum eykafólk í mentanargrunninum. Hon fekk tólv mánaðir frá grunninum í 2017. Í 2015 fekk hon tríggjar mánaðir. Í 2013 fekk hon eisini tólv mánaðir, og í 2011 fekk hon tveir mánaðir. Annað hvørt ár fær Sissal játtað starvsløn.

Sissal er eisini nevndarlimur í Rithøvundafelagnum, og hon arbeiðir í kringvarpinum, har hon fyri ein part ger av, hvat verður viðgjørt ella bara nevnt í sambandi við føroyskar bøkur. Undirritaði hugsar: Soleiðis sita somu fólk í alt ov nógvum sessum. Tey ganga aftur og aftur og tykjast geva hvør øðrum sersømdir. Tey geva játtanir, tey móttaka játtanir, og tey sita og gera av, hvat nyttar nakað, og hvat er vánaligt. Nógv fyri at siga, men eftir øllum at døma loysir tað seg fyri hesi fólkini og fyri onnur, sum eru í sama innkringi. Tey hava sett seg á vald og virði.

Lat undirritaða minna á, at almenni spurningurin, sum stendur eftir, er: Hvørjar eru toluliga objektivu treytirnar fyri at fáa starvsløn?

Listafólkalønin
Endamál mentanargrunsins í dag er sambært lógini at veita starvslønir, listafólkalønir, íverksetanarstudning og stuðul til styttri skeið hjá listafólkum og ymsar verkætlanir.

Endamálið við starvslønunum er at geva listafólkum og øðrum, ið takast við mentanarligt virksemi, arbeiðsnáðir í eitt ávíst tíðarskeið at starvast burturav við listarligum ella øðrum mentanarligum arbeiði.

Nevndin, ið sjálv umsitur alt fæið, hevur fimm limir, sum landsstýrismaðurin tilnevnir. Sum fyrr tilskilað verða tveir nevndarlimir valdir eftir tilráðing frá LISA.

Her skuldi møguleiki verið fyri breiðari útlutan. Her skuldi verið grundarlag fyri bata, so tað slepst undan at mótmæla. Men í staðin fyri broyting til tað betra kunnu vit vænta broyting til tað (hvaðna) verra. Ein kunngerð frá desembur 2017 um Mentanargrunn landsins snýr seg nevniliga um sonevndar listafólkalønir. Har stendur millum annað:

"Endamálið við listafólkalønunum er at bøta um korini hjá yrkislistafólkum, sum í játtanarskeiðnum burturav arbeiða við list. Útgangsstøðið er, at listafólkini skulu arbeiða í minsta lagi í trý ár. Møguleiki er fyri, at hesar listafólkalønir kunnu latast tríggjar ferðir, t.e. at eitt setanarskeið varir í mesta lagi níggju ár."

Frá mentan til "yrkislist"
Avgerandi, hvør fær listafólkaløn (sum undirritaði eisini søkti um, men ikki fekk í ár) er nevndarinnar egna meting av listaligum ella fakligum dygdareyðkennum.

Sama nevnd skal eisini seta faknevndir, sum viðgera umsóknirnar. Hesar faknevndirnar skulu so gera tilmæli til nevndina fyri Mentanargrunn landsins.

Faknevndirnar skulu verða mannaðar við útbúnum fakfólkum innan ávísu listaøkini. Mann professionaliserar altso listina og koyrir hana í ein samanhang, sum í síni natúr elvir til nepotismu!

Í kunngerðini stendur eisini, at yrkislistafólk eru tey, sum hava lokið viðurkenda yrkisfakliga útbúgving "ella hava samsvarandi royndir innan listarliga økið." Hvussu staðfestir tú, hvør hevur samsvarandi royndir?

"Av góðum ert tú sprottin, og sýn ja sýn tað nú," yrkti Jóannes Patursson. Mentanargrunnurin varð stovnsettur 6. mai 1946 á føðingardegi hansara.

Upprunaliga var endamálið at styðja starv fyri føroyskum máli, bókmentum, list, vísindum og øðrum mentamálum bæði hjá leikum og lærdum.

Grunnurin skuldi serliga stuðla tiltøkum og verkætlanum, sum kveiktu og mentu føroyska myndlist, tónlist, bókmentir, sjónleik og aðra list, sum kann javnmetast við hesar listagreinir. Og nevndin í grunninum skuldi hava breiða samfelagsliga og mentanarliga umboðan.

Tað mesta av hesum er gloymt í dag til frama fyri sonevndu fakligheitina, sum tíverri er avskeplað til frændaveldi.

Hvat nú?
Fyrr í ár umhugsaði undirritaði at gevast at søkja um starvsløn, verkætlanarstudning og íverksetanarstudning. Mongu havnaðu umsóknirnar elva jú til afturvendandi vónbrot. Slíkt hevur megi og mátt til at trýsta skapandi sjálvsvirðingina í botn.

Nú hevur undirritaði kortini gjørt av at halda fram og taka vónbrotini sum ein, ið barasta ikki hoyrir til ta elituna, sum fyri ein part er sjálvútnevnd. Tá er eisini lættari at taka tað sum ein maður.

Annars kann sigast, at undirritaði hevur havt allar profilar sum rithøvundur, frá fátækur til lutfalsliga væl fyri. Fyri umleið tveimum árum síðan átti undirritaði 15 krónur á kontu. Síðan tjenti hann nakað, men tá fóru 100.000 av til húsalánsgjald.

Viðburðurin komst av, at í fjør fekk ein bók eftir undirritaða góða móttøku og varð kanska mest lisna verk á føroyskum í nýggjari tíð. Sølutølini vóru í topp, bókin verður ofta lænt á bókasøvnum, skúlar brúka hana í frálæruni, hon verður týdd til annað tungumál, hon verður gjørd til filmshandrit, og ummælarar rósa bókini eins og onkrum øðrum, sum sami høvundur hevur latið úr hondum.

Nógv hava sagt, at einasta føroyska bók, tey hava lisið, er nevnda verk. Mann er altso millum teirra, sum fylla kulturella kovan í Føroyum, men tað tykist at kalla týdningarleyst fyri mentanargrunnin. Stórt spell, at bara ávís onnur fáa líkinda løn frá grunninum.

Lat undirritaða aftur minna á almenna spurningin: Hvørjar eru nøkulunda objektivu treytirnar fyri at fáa starvsløn?

Eitt stríð, sum ikki kann vinnast?
Ein kann ikki upploysa svøllandi valdsbygnaðir sum tann í mentanargrunninum, tí teir eru lógligir. Og fólkini sjálv gevast ikki sjálvboðin, tí tað eygsýnliga loysir seg ov væl fyri tey og ávís onnur.

At enda skal verða staðfest, at undirritaði ynskir onga almenna viðurkenning. Hann ynskir bara størri lut í almennum fæi, sum fær tað at bera til at skriva, meðan hann enn livir.

Við hesum nakna bríksli fær undirritaði um ikki annað frið við seg sjálvan í hesum máli. Hann tímir ikki at vera væl við pengajáttandi nevndir. Hví? Tí ein maður, sum selur sálina til skipanina, verður partur av skipanini. Tá er hann lítið og einki verdur.

  Hendan heilsan fer eisini til øll hini, sum eru sett til viks, ella sum hava sett seg sjálv til viks fyri at tryggja seg móti eyðmýking.

Eitt eyka kuriosum: Til film verða útlutaðar milliónir í serjáttan, sum føroyskir rithøvundar ongan lut fáa í. Filmsfólk fáa sostatt bæði sína egnu køku og petti av felagskøkuni hjá okkum rithøvundum í mentanargrunninum.

Eftirskrift:

Til løgtingsins umboðsmann

Kæri umboðsmaður!

Eftir at hava lisið hetta bræv, kunnu tygum so kanna, um øll eru líka fyri lógini um Mentanargrunn landsins? Kunnu tygum kanna, um játtandi nevndirnar í sínum starvi hava kravt tað sama av øllum umsøkjarum? Kunnu tygum kanna, um grunnurin hevur avvíst umsóknir við grundgevingum, sum grunnurin ikki hevur brúkt um líknandi umsóknir, ið kortini eru gingnar á møti?

Meiri av tí sama: Undirritaði hevur fingið at vita, at grunnurin krevur brot úr tekstinum, sum ein ætlaði sær at geva út. Tí spyr undirritaði: Tá ið onnur skrivandi, fyri ikki at tala um myndlistafólk og filmsfólk, hava søkt um og fingið starvsløn, íverksetanarstudning ella verkætlanarstudning; hava tey so sent partar av sínum arbeiði inn til mentanargrunnin, eins og kravt verður frá undirritaða?

Uppaftur meiri av tí sama: Kann ein rithøvundur (sum undirritaði) søkja og fáa starvsløn ella annan styrk til berar arbeiðsnáðir, ella skulu hesar arbeiðsnáðir vera til ætlanir, ið eru neyvt allýstar í umsóknini? Eru mannagongdirnar hjá grunninum skilvísar í slíkum førum, ella hevur onkur umsøkjari fingið starvsløn til arbeiðsnáðir, uttan at nakað ávíst projekt liggur sum grund undir umsóknini?

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður