Mentan

Melodi Grand Prix 2018: Vann við 50 prosent av atkvøðunum

Melodi Grand Prix 2018: Vann við 50 prosent av atkvøðunum

Mynd: DR

2018-02-10 22:47 Author image
Alda Nielsdóttir

Eg fati tað ikki, sigur Jonas Flodager Rasmussen, ið vann danska grand prix-kappingina í kvøld við sanginum "Higher Ground".

Rasmussen, sum hann rópar seg, tá hann framførir, vann við 50 prosent av atkvøðunum, meðan nummar tvey gjørdist 17 ára gamla Anna Ritsmar við 31 prosent av atkvøðunum. Albin Fredy gjørdist nummar trý við 19 prosent av atkvøðunum.

Jonas Flodager Rasmussen hevði ringt við at seta orð á gleðina yvir at hava vunnið, tá DR gjørdi samrøðu við hann stutt aftaná kappingina.

Rasmussen skal umboða Danmark til Eurovision Song Contest í Portugal í mei, og hann gleðir seg at syngja "Higher Ground" fyri øllum Evropa.

Eg havi yvirhøvur ikki hugsað um Portugal, sigur hann við DR. Tað verður bara wooow! Men eg trúgvi uppá sangin hjá mær, og eg trúgvi uppá tað harða arbeiðið, vit hava gjørt. Eg haldi, at vit hava ein góðan kjans í Portugal.

Rasmussen skal framføra í 2. semifinaluni hósdagin 10. mei, har hann skal royna at tryggja Danmark eitt pláss í finaluni. Finalan verður tveir dagar seinni, leygardagin 12. mei.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður