Meldur tryggjar at Open Mic-Open Stage kann halda fram

Árni Jóhannesson, ein av nógvum evnaríkum tónleikarum, sum hava roynt seg á Open Mic/Open Stage (savnsmynd: reinsariid.fo)

Meldur tryggjar at Open Mic-Open Stage kann halda fram

2018-04-12 15:01 Author image
Ingi Samuelsen

Felagið Meldur, sum er lýsingar- og marknaðardeildin hjá Portalinum og Dimmalætting, hevur júst gjørt avtalu við fyrireikararnir av tónleikatiltakinum Open Mic/Open Stage, sum hevur verið hildið í Reinsarínum í Havn næstan líka síðan Reinsaríið lat upp sum spælistað í høvuðsstaðnum. 

Tað eru musikalsku hjúnini Arnold Ludvig og Anna Iachino, sum tóku stig til tiltakið, og hava fyrireikað tað síðani. Endamálið er at geva ungum tónleikarum høvi at fáa eina mikrofon og ein pall at framføra síni løg. 

Eftir eina trilvandi byrjan, er tiltakið vorðið alt meira vælumtókt, og tað eru fleiri royndir tónleikarar eftirhondini, sum fyrstu ferð royndu seg á almennum palli til júst Open Mic/Open Stage væl stuðlað av Arnold Ludvig og Onnu Iachino og øðrum tónleikarum, sum hvørja ferð eru við til opna tiltakið. 

Mikukvøldið í hesi vikuni varð tiltakið hildið fyri seinastu ferð við teirri stuðulsskipan, sum higartil hevur virkað, har felagið Føroysk Tónaskøld hevur tryggjað, at tiltakið kundi halda fram við at rinda fyri raksturin.

Fólk óttaðust fyri, at tiltakið skuldi detta fyri bakka nú stuðulsavtalan gekk út. Tí varð eisini skipað fyri innsavning av undirskriftum á Facebook. 

Nú hevur Meldur so gjørt avtalu við fyrireikararnar um at fíggja raksturin fram til í summar. 

- Open Mic/Open Stage er eitt ótrúliga gott tiltak, sum eggjar ungum evnaríkum tónleikarum at koma framat, og tað ynskja vit at stuðla. Vit gera tað, tí vit eisini síggja møguleika fyri, at vit kunnu fáa gagn av tiltøkunum við at leggja út video- og ljóðbrot út á okkara netpallar, portal.fo og dimma.fo, sigur Kenneth S. Bærendsen, stjóri á Meldri.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður