Heimatíðindi

Meirilutin av føroyingum ynskir burkaforboð

Meirilutin av føroyingum ynskir burkaforboð

Mynd: Visualhunt.com

2018-03-08 22:44 Author image
Alda Nielsdóttir

Í oktober í fjør gjørdi spyr.fo eina kanning fyri Sjálvstýri. 400 fólk millum 18 og 80 ár vórðu spurd, um Føroyar skuldi hava eina lóg ímóti burka og niqab.

69,43 prosent svaraðu, at vit skulu hava eina lóg ímóti burka og niqab, meðan 20,78 prosent svaraðu, at fólk sjálvi skulu sleppa at avgera, hvussu tey eru klødd. 9,79 prosent søgdu seg ikki vita.

Aldursbólkarnir svaraðu soleiðis uppá spurningin: at vit skulu hava eina lóg ímóti nýtslu av burka og niqab:

18 til 29 ára gomlu 60,5%

30 til 44 ára gomlu 70,9%

45 til 59 ára gomlu 70,5%

60 til 80 ára gomlu 69,5%.

69,3% av kvinnunum og 69,7% av monnum ynskja eina lóg ímóti nýtslu av burka og niqab.

Fólk sum búgva í hesum oyggjum ynskja eina lóg ímóti nýtslu av burka og niqab:

Eysturoy 67,0%

Norðoyggjar 67,3%

Norðstreymoy og Vágar 71,4%

Sandoy og Suðuroy 76,6%

Fólk í Tórshavnar Kommunu 68,6%.

Sjálvstýri hevur lagt uppskot fyri tingið um at banna búnar, ið fjala alt andlitið, m.a. burka og niqab.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Tann eg eri og tann eg var

Tann eg eri og tann eg var

Hann hevur vunnið alt, sum vinnast kann. Hann er sum einasti útlendingur blivin tilnevndur til týsku sjónleikaheiðurslønina...

Arbeiðssami skemtarin av Argjum

Arbeiðssami skemtarin av Argjum

Seinastu trettan árini hevur Hans Andreasen rikið Glitnir, sum fyri átta árum síðani varð víðkað við Irsh Pub við Skálatrøð...

Meira langlesnaður