Kjak

Meining: Selatraðarvegurin ikki breiðkaður og dagførdur í bræði

Meining: Selatraðarvegurin ikki breiðkaður og dagførdur í bræði
2018-02-07 15:28 Author image
Edmund Joensen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Tað verður ikki í bræði við verandi raðfesting í verandi íløgu- og viðlíkahaldsætlanum á samferðsluøkinum, at Selatraðarvegurin verður breiðkaður og dagførdur. Hetta framgongur av svarinum til Edmund Joensen, løgtingsmann fyri Sambandsflokkin frá landsstýrismanninum í Samferðslumálum, Henrik Old. Hann greiðir m.a. frá, at neyðugt verður við hægri játtan til Selatraðarvegin.

Eg haldi, at svarið frá Henrik Old, greitt vísir, at hvørki hann ella Landsverk hava nakrar ítøkiligar ætlanir um at flyta grót frá Eysturoyartunnlinum til breiðkan og dagføring av Selatraðarvegnum.

Játtanin til Selatraðarvegin er 1,5 mió kr. í 2018, og 2,0 mió kr. í 2019 - hetta munar lítið, tá mett verður, at ein samlað loysn vil kosta einar 50 mió. kr.

Tað virkar fyri mær sum, at landsstýrismaðurin hevur nógvar ætlanir um samferðslukervið, men í hesum føri, so er Selatraðarvegurin ikki raðfestur serliga høgt, hóast vegastrekkið er nógv belastað við ferðslu - og verður tað enn meira komandi árini.

Í svarinum, dagfest 2. februar 2018, frá Henrik Old stendur:

Hvørjar ítøkiligar ætlanir hevur landsstýrismaðurin um at breiðka og dagføra Selatraðarvegin?

Er peningur settur av á fíggjarlógini til breiðkan og dagføring av Selatraðarvegnum?

Sitat byrjar: “ Til spurning 1 og 2

Verandi støða

Vegurin av Strondum til Selatraðar varð bygdur í 1930-árunum og er ein smalur einbreytaður vegur, har undirlendið er vánaligt í støðum. Vegurin er landsvegur, umleið 10 kilometrar til longdar.

Av tí, at tað ongantíð hevur verið játtan til eina samlaða dagføring av vegnum, hevur Landsverk valt at dagføra ringastu strekkini, tá ið játtan hevur verið til endamálið. Í árunum 2005 til 2014, eru umleið 5,6 mió. kr. brúktar til farleiðina.

Trý vegastrekki eru breiðkað. Samanlagt 1,1 kilometur. Av hesum eru 500 metrar asfalteraðir. Ein brúgv er gjørd av nýggum og víkipláss í hesum sambandi umframt annað.

Ítøkiligar ætlanir í 2018 og 2019

Játtanin til Selatraðarvegin er 1,5 mió kr. í 2018, og 2,0 mió kr. í 2019.

Landsverk vísir á, at ein møguleiki er at asfaltera strekkini, ið vóru breiðkað í 2005 og 2006, samanlagt umleið 600 m, og at gera bilverjuna lidna, har sum pelar eru settir upp, og annað.

Ein annar møguleiki er at breiðka ein part av vegastrekkinum millum Strendur og Morkranes í ár. Breiðkingin kann halda fram næsta ár og so verða gjørd liðug við asfaltering og øðrum. Samanlagt verða tá einir 7-800 metrar breiðkaðir hesi bæði árini. Aðrar loysnir kunnu koma uppá tal.

Samlað loysn

Eftir samferðsluætlanini fyri 2012-2024, og tilmæli frá Landsverki, verður mælt til at dagføra Selatraðarvegin soleiðis, at hann er hóskandi eisini í mun til ferðsluna.

Tað vil siga at breiðka vegin til ein smalan tvíbreytaðan veg í støðum, og annars at gera góð víkipláss, har tað er kostnaðarmikið at gera vegin tvíbreytaðan. Hetta var í 2012 mett til at kosta 50 mió kr.

Sparing

Vanliga hevði grót frá grótbrotum nærhendis, eitt nú av Lambareiði, verið brúkt til at breiðka Selatraðarvegin. Tað hevði verið skilagott at brúkt grót frá Eysturoyartunlinum til vegagerðina og breiðka Selatraðarvegin, samstundis sum tunnilin verður boraður. Á henda hátt hevði vegagerðin verið nakað bíligari.

Sparingin munar bara, um vegagerðin verður gjørd samstundis, sum Eysturoyartunnilin verður boraður, tað vil siga í 2018 og 2019. Grótið skal koyrast beinleiðis frá tunlinum til Selatraðarvegin, har tað skal brúkast. Um grótið skal umskipast ella skal á goymslu, áðrenn tað verður brúkt, verður at kalla eingin sparing.

Landsverk metir leysliga, at tað kostar 4 mió kr. at breiðka vegin 1 kilometur, ella 36 mió. kr. samanlagt. Um grótið til ífyllu verður ókeypis frá tunnilsfelagnum, kostar tað 3,3 mió. kr. at breiðka vegin 1 kilometur, ella umleið 30 mió. kr. samanlagt. Harumframt kemur asfaltering og annað arbeiði, sum kostar einar 15 mió. kr.

Landsstýrismaðurin metir tað verða sera umráðandi, at vegakervið er gott um alt landið, heruppií, at farleiðin til Selatraðar er nøktandi. Vónandi ber til at hækka játtanina til Selatraðarvegin.” Sitat endar.

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Meira langlesnaður