Meining: Samgongan fjalir kraftigan útreiðsluvøkstur

Bárður S. Nielsen

Meining: Samgongan fjalir kraftigan útreiðsluvøkstur

2017-12-16 11:20 Author image
Bárður S. Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum

Ovurstóri útreiðsluvøksturin fyri 2018 kann lættliga koma heilt upp á 10 prosent, og tað prógvar, at samgongan hevur mist alt tamarhald á búskaparligu stýringini í Føroyum


Fíggjarlógaruppskotið fyri 2018 verður hitt mest álvarsama dømið um fullkomna vanstýring av føroyska búskapinum.

Hetta er greitt, nú samgongan av øllum alvi roynir at fjala størsta og mest eksplosiva útreiðsluvøksturin, ið er sæddur í Føroyum í mong ár.


Ørgrynna av ov lágt settum útreiðslum

Sera álvarsligt er, at landsstýriskvinnan í fíggjarmálum í mongum førum setur tølini lægri, enn landsstýrisfólk vísa á. Harumframt eru útreiðslur, ið ikki eru tiknar við á fíggjarlógina ella eru settar lægri, enn roknast kann við – og sum landsstýrið er fult vitandi um.

Ein ørgrynna av útreiðslum, eru ov lágt settar, og her eru nøkur dømi: 

  • Barsilsskipanin: 11 mió. kr. lægri enn framrokningar vísa
  • Fólkapensjónin: 6 mió. kr. lægri enn framrokningar vísa
  • Landssjúkrahúsið: 5 mió. kr. lægri enn landsstýriskvinnan í heilsumálum sigur skal til, fyri at varðveita verandi rakstur. So her mugu tiltøk setast í verk, m.a. uppsagnir, um játtanin skal halda
  • Frádráttur fyri limagjald til yrkisfeløg: 40 mió. kr., herav 20 til kommunurnar
  • Endurgjald til kommunurnar fyri fyritíðarpensjónirnar: 25 mió. kr.

Samanlagt er talan um ein vøkstur í útreiðslunum á 159 mió. kr., sum ikki eru tiknar við í upprunaliga fíggjarlógaruppskotinum.

Tá søguliga stóri lønarvøksurin á almenna arbeiðsmarknaðinum verður tikin við, kann endaligi útreiðsluvøksturin lættliga koma heilt upp á 10 prosent í 2018.

Hetta er ein óhoyrt stórur útreiðsluvøkstur, og valla nakrantíð áður er kósin sett so beinleiðis móti búskaparligu tromini, tí trøini halda sjálvandi ikki á við at vaksa inn í himmalin. 


Landsstýrið keypir sær atkvøður

Ongantíð fyrr hava føroyingar sæð eitt landsstýri, sum brúkar milliónir oman á milliónir av skattaborgarans pengum til at keypa sær atkvøður fyri at varðveita valdið. Talan er um uppboðsølu av atkvøðu nummar 17.

Mest ófrættakenda dømi er løgtingslimurin, Sonja Jógvansdóttir, sum bert í 2018 fer at kosta føroyingum 65 mió. kr., umframt Sjálvstýrisflokkin, ið eisini lat seg keypa fyri tíggjutals milliónir av skattaborgarans pengum.

Aðrastaðni hevði hetta helst verið nevnt mutur.


Ótálmaðar byrðar á vinnulívið

Samgongan, ið rekur fullkomiliga ábyrgdarleysan búskaparpolitikk, leggur eisini støðugt tyngri byrðar á vinnulívið. Eftir bert trimum árum hevur samgongan økt skattir og avgjøld á tilfeingisvinnuna við oman fyri 300 mió. kr. Hetta svarar til eina øking á heili 200 prosent!

Grammleikin er øðiligur, og oman á hetta ætlar samgongan, at vinnulívið skal brandskattast av sonevndum ”ónormalum vinningi” við heili 70 prosentum, og fyri framman stendur eisini brandskatting av alivinnuni.


Bróta føroyska gulleggið

Eingin eigur at ivast í, at sitandi samgonga hevur slept endanum á útreiðslusíðuni. Útreiðslurnar økjast sum ongantíð fyrr, og aldri áður hava pengarnir fossa so skjótt úr landskassanum.

Samstundis leggur samgongan so harðliga eftir føroyskum fyritøkum, ið veruliga spinna føroyingum gull – serliga uppsjóvarvinnan og alivinnan – at eingin ivi er um, at hóttafall bíðar handan næsta húsahorn.

Veruleikin er, at tey bróta føroyska gulleggið.

Øll sunn fornuft sigur, at ein samgonga, ið bæði økir og fjalir útreiðsluvøkstur, keypir sær atkvøður fyri hópin av skattakrónum og brandskattar vinnulívið, er ein álvarslig hóttan móti búskaparligu framtíð Føroya.

Kósin er sett móti tromini.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður