Meining: Ikki eitt kis frá sonevnda

Mynd: Savnsmynd

Meining: Ikki eitt kis frá sonevnda "landsbankanum"

2017-09-26 09:03 Author image
Edmund Joensen

Ímeðan bæði føroyska Búskaparráðið, Váðaráðið í Keypmannahavn og nú eisini Tjóðbankin ávara ímóti ovurhiting av føroyska búskapinum og galloperandi útreiðslum, hoyrist ikki eitt kis frá sonevnda ”Landsbankanum” ella ”Váðaráðnum” hjá Tjóðveldi

Absolut hægsti prioritetur hjá 14. september-samgonguni var at stovnseta óneyðugu signalpolitisku stovnarnar ”Landsbankan” og eitt ”Váðaráð”, beint eftir løgtingsvalið í 2015.

Á stórtrummuni slóu tey boðskapin um, at nú skuldu signalpolitisku stovnarnir veruliga gera mun.

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum sendi eitt av sínum fantastisku tíðindaskrivum út og fráboðaði, at Landsbankin og Váðaráðið vóru farin til verka og skuldu fyribyrgja kreppur og styrkja búskapin.

Hetta var alt ”fake news”.

Tí hvør eru veruleikin?

Jú hann er, at búskapurin nærkast ovurhiting, og at landsstýrið sjálvt er høvuðsatvoldin til, at búskapurin verður trýstur upp um kapasitetsmarkið.

Øll vita, at pengarnir fossa úr landskassanum, og ávarað verður eisini ímóti, at landsstýrið ikki dugur at stýra íløgum.

Og so er landsstýrið heldur ikki ført fyri at fáa nakað fíggjarpolitiskt haldføri í lag. Hetta hóast tíðirnar eru góðar.

Ein long røð av reyðum lampum blunka, men hvørki í landsstýrinum ella 14. september-samgonguni letst nakar um vón.

Har er eingin búskaparstýring yvirhøvur.

Hvar er nú sonevndi ”Landsbankin” hjá Tjóðveldi? Og hvar er sonevnda ”Váðaráðið” hjá sama flokki? Hvar eru hesir klettasterku verjugarðar, ið skuldu bjarga Føroyum?

Vit kunnu bara staðfesta, at síðani tann óneyðugi ”Landsbankin” var endurstovnaður, er absolutt einki komið frá honum. Og sonevnda ”Váðaráðið” liggur eisini í fasta svøvni. Tað minnir ikki sørt um hitt nýyvirtikna Grunnaeftirlitið á sinni.

Fert tú á internetið at leita eftir ”Landsbankanum”, so er hann slett ikki til.

Hetta er tað, føroyskir skattgjaldarar fáa burturúr signalpolitikki: absolut einki. Men rokningina skulu vit gjalda.

Edmund Joensen
Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður