Meining: Í skrivaða orðinum eiga øll sama rætt

Meining: Í skrivaða orðinum eiga øll sama rætt

2018-01-04 09:17 Author image
Tóra við Keldu

Gevist við at seta spjaldur á fólk var greiði boðskapurin í løgmansrøðuni 2017. Løgmaður vísti á, at føroyingar við at seta spjaldur á hvønn annan eru við til at skapa djúpar gjáir millum okkum sum fólk. Óivað hava orðini ella spjøldrini, sum løgmaður sigur, stóran týdning - og tó. Tað eru ikki bara orðini, sum eru við til at skapa hesar gjáir, nei, eisini eru tað tey manglandi rættindi sum borgara í Føroyum merkja, sum skapa gjáir. Tí kunnu øll ikki siga, at tey liva eitt so sjálvstøðugt lív sum gjørligt.

Árið, ið fór
Árið 2017 hevur verið hendingaríkt og víst kann t.d. vera á, at arbeiðið við at orða ein tænastupolitikk varð liðugt við tilmælið "Borgarin takast við upp á ráð". Ætlanin er nú, at hetta tilmælið skal nýtas sum grundarlag fyri at gera eina nýggja tænastulóg, ið vónandi gerst veruleiki í 2018.  

Eisini var bóklingurin ⹂Atkomulig ferðavinna fyri øll í Útnorðurøkinum“ veruleiki. Hetta er ein viðkomandi bóklingur við nýggjari heimasíðu, sum vísir á týdningin í atkomuligari ferðavinnu fyri øll í Útnorðurøkinum t.e. Ísland, Føroyar og Grønland. Atkomulig ferðavinna er ein týðandi partur av øllum ábyrgdarfullum og burðardyggum ferðavinnupolitikki og eisini ein mannarættur og verður sædd at gagna okkum øllum.

Í ár varð seravtala fyri fólk, ið hava rætt til fylgjarakort frá MBF, undirskrivað við Atlantic Airways. Avtalan merkir, at fylgjarin hjá tí ferðandi, sum hevur MBF fylgjarakort, fær 50% í avsláttri av grundprísinum, tó ikki av ferða- og avgreiðslugjøldum, og øðrum serprísum.

MBF hevur í fleiri ár víst á, at føroyskar sendingar í Kringvarpi Føroya eiga at vera tekstaðar og teknmálstulkaðar. Í ár hava vit sæð batar á hesum øki. Dagur og vika saman við 3-2 verða í dag stroymd beinleiðis á netinum, og seinastu vikurnar eru fleiri av føroysku sendingunum í KvF tekstaðar.

Hetta eru batar, sum vit saman kunnu gleðast um, tí tað eru ítøkiligu batarnir, sum borgarar úti í samfelagnum merkja í gerandisdegnum, ið vit eiga at ynskja okkum – og ikki bara orð.

Ber orðið brek
Vit kunnu vera samd um, at orðið brekaður ikki eigur og ei heldur skal at verða nýtt um menniskju, og kunnu við hesi staðfesting ikki síggja burtur frá, at arbeiðið til frama fyri allar føroyingar eigur at halda fram. Vit skulu í 2018 gera upp við hugtøkini vit og tit og harvið staðfesta, at øll eiga viðfødd mannarættindi og skulu gerast natúrligur partur av heildini, ikki við framíhjárætti, men við sama rætti.

Vit eiga í 2018 at síggja ein óheftan Mannarættindastovn ella eina eind verða setta á stovn í Føroyum, sum kann hava eftirlit við ST sáttmálan um rættindi teirra, ið bera brek, har eisini  ein samskipanareind og sjálvstøðug eftirlitsskipan sambært grein 33 í ST sáttmálanum verður skipað.

Vit eiga at síggja fleiri fáa tilboð á serliga skipaðum miðnámi.

Vit eiga at fáa eina munagóða brekpolitiska virkisætlan, so ST sáttmálin um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek veruliga fæst at virka.

Vit eiga at gera ítøkiligar batar, har atkomumøguleikarnir ikki eru í lagi. Sjálvt um byggireglugerðin er sett í gildi, eru nógvir gamlir bygningar, har atkomuviðurskiftini ikki eru í lagi.

Málmening fyri øll
Vit eiga at seta okkum mál, og vit eiga eisini at gera eina erliga roynd at náa teimum. Orðini hava jú týdning, og nú teknmál er viðurkent sum móðurmál verður spennandi at síggja, hvussu hetta verður tikið við í 2018, sum er útnevnt "Ár fyri málmenning hjá børnum". Her er nógv at tríva í, tá ið hugsað verður um virksemið á stovnunum og fólkaskúlunum, har eisini Sernám hevur ein leiklut í uppgávuni at veita sernámsfrøðiliga ráðgeving, vegleiðing og stuðul, soleiðis at børn og ung upp til 18 ár kunnu styrkjast í menningini, sum m.a. umfatar málsliga menning.

Orð í verki hava týdning, tí er málmenning sett á skrá.

Við hesum orðum ynskir MBF tykkum øllum eitt eydnuberandi nýggjar við vón um gott samstarv at náa nýggjum málum í 2018 – her nøkur eru nevnd.

Tóra við Keldu, forkvinna í MBF

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður