Meining: Halt teg veruleikan, Annika!

Meining: Halt teg veruleikan, Annika!

2017-12-20 13:38 Author image
Heðin Mortensen

Vanligt er at siga, at fáur lýgur meira enn helvtina, men nú innkomuvegurin til Havnina í sambandi við Eysturoyartunnilin er uppi at venda, er tað altso ótrúligt, at borgarstjórin í Havn, Annika Olsen, í almennum lesarabrævi roynir at snúgva veruleikan so langt, at tað næstan ikki kann gerast upp.

Tórshavnar kommuna hevur seinnu árini miðvíst arbeitt við at hava fíggingina í lagi til tann partin, kommunan skal gera av hesum góða vegi. Veruleikin er, at undanfarna býráð í fíggjarætlanini setti fimm milliónir krónur av í 2016 og fýra milliónir krónur í 2017. Hetta kann ein og hvør síggja við at hyggja eftir teimum fíggjarætlanum, vit í undanfarna býráð arbeiddu eftir.

Tí skurrar tað í oyrunum, tá Annika Olsen heitir á meg um at standa saman við kommununi um innkomuvegin – sum um mín innsatsur fyri Havnina ikki altíð hevur verið har! Nei, góða Annika, har er einki at standa saman um yvirhøvur, tí verður hugt at fíggjarætlanini fyri 2018, stendur bara ein tómur rútur í rokniarkinum hjá Anniku Olsen – har er altso ikki eitt oyra! (sí talvuna niðanfyri)

Sjálv hevur hon við sínum fantasitunli undir allari Hoyvíkini forpurrað málið, ið annars var væl og virðiliga avgreitt av undanfarna býráð, sum hevði gjørt handfasta avtalu við landsstýrismannin. Har var eingin orsøk til at steðga á ella á annan hátt at draga málið út, tí alt var klárt. Tí skuldi Annika Olsen heldur umhugsað at staðið saman við sær sjálvari…

Nú sleingir hon um seg við tølum fyri komandi árini, men tey tølini eru slett ikki til í veruleikanum, tí millum tað nógva, hesin nýggi býráðsmeirilutin ikki hevur fingið tikið seg saman til at gera, er ein langtíðarfíggjarætlan, sum skal leggjast fram politiskt, áðrenn hon kann umrøðast yvirhøvur. Men ein slík ætlan er slett ikki til, so tí hevði tað sømt seg betur fyri borgarstjóran at hildið seg til veruleikan!

Tvørturímóti upplýsti Annika Olsen á býráðsfundi tann 22. november 2017, tá eg ítøkiliga spurdi hana, hví eingir pengar vóru settir av á fíggjarætlanini fyri næsta ár til innkomuvegin, at tey/tær ikki ætlaðu, at pengar skuldu brúkast fyrr enn í 2019 og 2020.

Hóast alla hesa ússaligheitina á Vaglinum, kunnu vit tó gleðast um, at í Løgtinginum verður arbeitt við málinum, har vit so sanniliga arbeiða fyri Havnina, tá brúk er fyri tí! Nú fíggjarlógin fyri 2018 er samtykt, eru 9,5 milliónir krónur tøkar til innkomuvegin til Havnina – og tað er ikki komið av sær sjálvum, skal eg heilsa og siga!

Haraftrat koma so aðrar 27 milliónir krónur, sum tunnilsfelagið skal leggja í vegakervið í sambandi við tunnil, rundkoyring og innkomuveg, so nú er klárt at fara í gongd. Stikk denn!

Heðin Mortensen,
býráðs- og løgtingsmaður

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður