Kjak

Meining: 20 valevnir til 17 sessir

Meining: 20 valevnir til 17 sessir
2018-02-13 09:30 Author image
Andrass Skaalum, Umboðsráðslimur hjá Ognarfelag Tryggingartakaranna

Tað eru alt ov fá valevni til Umboðsráðsvali hesaferð. Nýggj valevni fingu tíverri avmarkaðan møguleika at stilla upp. Manglandi áhugin at eggja nýggjum valevnum at halda seg til, bendir á, at leiðslan og verandi umboðsráðslimir, verja seg móti kapping frá nýggjum valevnum (“protektionisma”).

Við lýsing i bløðunum fingu tryggingartakararnir bert tvær vikurs skotbrá at stilla upp til komandi Umboðsráðsval. Tá avgerðin er tikin um at stilla upp, skulu útvegast 25 tryggingartakarar at vera stillarar  -  tað er millum annað eitt av krøvunum fyri at kunna stilla upp til Umboðsráðsvalið.

Mannagongdin og stutta skotbráið gevur verandi Umboðsráðslimum og teim, ið áður hava stilla upp, ein munadyggan fyrimun framum nýggjar aktørar, ið skulu kunna seg, taka avgerð og so í gongd við uppstillingina, fyri fyrstu ferð.

Her er ov mikið ógjørt í mun til at fáa nýggj valevni á banan, og harvið er veruleikin at “elitan” fremur protektionismu. Lága talið av valevnum hesaferð, talar fyri seg.

Danska felagið Tryghedsgruppen, sum vit samanbera okkum við, gevur limunum 5 vikurs freist at stilla upp til val.

Kunningina um valið og uppstillingina fáa limirnir sendandi skrivliga beinleiðis við e-posti, umframt í tíðindaskrivum. Tað hevur ført til at fleiri bjóða seg fram.


Her eru valavnini: https://www.betri.fo/um-betri/umbodsradsval-2018/valevnini-2018/


VEL OPINLEIKA - Gott Umboðsráðsval J

 

Andrass Skaalum

Limur í Umboðsráðnum hjá Ognarfelag Tryggingartakaranna.

(Eg standi ikki fyri vali hesaferð, men í 2020)

Tórshavn, tann 12. februar 2018

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Tann eg eri og tann eg var

Tann eg eri og tann eg var

Hann hevur vunnið alt, sum vinnast kann. Hann er sum einasti útlendingur blivin tilnevndur til týsku sjónleikaheiðurslønina...

Arbeiðssami skemtarin av Argjum

Arbeiðssami skemtarin av Argjum

Seinastu trettan árini hevur Hans Andreasen rikið Glitnir, sum fyri átta árum síðani varð víðkað við Irsh Pub við Skálatrøð...

Meira langlesnaður