Heimatíðindi

MEGD: Tað er ein spurningur um fólkaræði

Sverri Egholm (foto)

Sverri Egholm (foto)

2020-07-13 19:49 Author image
Katrin Johannessen

Rættur at atkvøða er mannarættindi
Tey í MEGD gleðast um, at tað sær út til, at fólk, sum eru undir § 6 verju, fara at hava rætt til at atkvøða í komandi kommunuvalinum í november. Í MEGD leggja tey dent á, at tað er mannarættindi at hava atkvøðurætt. Arbeitt verður enn við málinum.

-Vit hava fingið eitt øgiliga positivt signal, um at hendan broytingin helst fer at verða framd. Vit vóna, at alt er komið í rætt lag, áðrenn valið í november. Annars verður so leingi at bíða, sigur Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD. 

MEGD mælir til, at sama broyting verður framd í mun til lógina um løgtingsval. Men av tí at stýrisskipanarlógin skal broytast fyri, at tey, sum eru undir § 6 verju, eisini skulu hava rætt at atkvøða til løgtingsval, so kann tað taka langa tíð.

-Tað eru ikki so øgiliga nógv fólk, sum eru umfatað av hesi broytingini. Men tað er øgiliga keðiligt, um tey ikki skulu hava hendan rættin. Hetta eru eini mannarættindi hjá teimum og so er tað eisini ein spurningur um, at allar røddir skulu hava møguleikan at verða hoyrdar í einum fólkaræði, sigur hon.

Almenna kjakið er ikki atkomuligt
Hon vísir eisini á, at eitt er at hava valrætt, eitt annað er, at fólk, ið bera brek hava møguleika at nýta hann, á ein so sjálvstøðugan hátt sum gjørligt. Tað kann vera at hava myndir, av teimum uppstillaðu, soleiðis, at millum annað lesi- og skriviveik betri kunnu seta sín kross. At í øllum føðrum ein básur hevur rúm fyri koyristólum, størri valseðlar við stórari skrift ella at eitt tól er, sum størrar skrift fyri sjónveik. 

Hon heldur ikki, at tað er illvilji móti fólkum, ið bera brek, sum er orsøk til trupuleikan. Tað er heldur tað, at fólk gloyma at hava atlit til, at ymisk fólk hava ymiskan tørv. 

Tey vóna í MEGD, at valrættur til kommunuvalið, kann vera eitt stig á leiðini til at styrkja um fólkaræðisligu luttøkuna hjá fólkum, ið bera brek. 

-Vit hava enn avbjóðingar, tá tað kemur til atkomiligheit innan almenna kjakið. Vit mangla tilfar um politikk og samfelagsviðurskifti, ið er lætt at lesa og skilja.

-Vit hava eisini ov fáar teknmálstulkar í Føroyum. Eg vil í roynd og veru kalla tað fyri eina kreppu. Tað er øgiliga ringt, sum nú er hjá deyvum at luttaka í almenna kjakinum, sigur Tóra við Keldu.

Hon ger eisin vart við hvussu umráðandi tað er at teksta tíðindi, tí vit hava nógv fólk í landinum við hoyribreki. 

Politisk umboðan
Í Føroyum eru nøkur fá fólk, ið bera brek, sum eru í politikki. Men í mun til hvussu stórur partur av fólkinum ber brek, so er umboðanin rættiliga lág. 

-Eg haldi, at vit í Føroyum skulu venja okkum við at síggja ymisk fólk, millum annað fólk, ið bera brek, á fleiri pallum í samfelagnum. Tað virkar sum, at vit sum samfelag ikki vænta okkum serliga nógv av fólkum, ið bera brek.

-Vit eru nakað aftanfyri hini norðanlondini og broytingar koma øgiliga seint her á landinum. Men vit hava hóast alt sæð betringar seinastu árini. Millum annað var teknmálstulkur til allar tíðindafundirnir um korona. Tað gleddust vit um í MEGD, sigur Tóra við Keldu.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður