Samanber Trump við Hitler og Mussolini

2016-06-12 14:00 Author image
Dimma

Tað var á einum afturlætnum fundi, sum fyrrverandi forsetavalevnið, Mitt Romney, skipaði fyri, at Meg Whitman kom við ógvusligu ákærunum, sambært tíðindastovuni Reuters. Til undanvalið stuðlaði hon republikanska valevninum Chris Christie, men hann gjørdist ov stuttur, tá avtornaði. Síðan hevur hon gjørt alt hvat hon hevur verið ment at steðga Trump, tó uttan at tað eydnaðist.

Sambært einum av luttakarunum á fundinum, John Chachas, legði hon eisini upp til at stuðla demokratiska valevninum, Hillary Clinton.

- Hon setti spurningin: Er tað ikki rímiligt at stuðla Hillary Clinton, um vit hugsa um alt tað ræðuliga Trump hevur sagt, segði Chachas við ABC News.

Sjálv sigur Meg Whitman við ABC News, at hon ongar ætlanir hevur at skifta síðu.

- Eg havi ikki tikið støðu. Lat okkum síggja hvat hendir á konventinum, segði Meg Whitman við ABC News.

 

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður