MBM fer at framleiða mjólk við D-vitamin ískoyti

MBM fer at framleiða mjólk við D-vitamin ískoyti

2018-01-08 12:36 Author image
Innsent

Í vikuni verður mjólk við D-vitamin ískoyti at síggja á køluhillinum um allar Føroyar. D-vitamin mjólkin verður at fáa sum lættimjólk, ið frammanundan er sera væl umtókt millum kundarnar hjá okkum.

Norðurlond eru í einari serstøðu í mun til manglandi sólarljós, tí at sólin stendur so lágt hjá okkum um veturin. Tað er neyðugt at vit fylla í okkara goymslu um summarið, men í føroyum fáa vit ikki eins nógv sólarljós á húðina í summartíðini.

Tíbetur eru ráð fyri hvussu vit í føroyum kunnu upptaka D-vitaminina uttan nógv sólarljós. Pál Weihe, professari í fólkaheilsu sigur, at føroyingar kunnu leggja seg eftir at fáa ískoytið ígjøgnum feitan mat, eitt nú úr feitum fiski.

Hann vísir á, at mjólk við D-vitamin er eitt gott ískoyti hjá teimum, sum mangla týdningarmiklu vitaminina í kroppinum.

Tað er millum annað út frá heilsufakligu áheitanini, at MBM hevur valt at seta lættimjólk við D-vitamin ískoyti í framleiðslu. Eitt glas við umleið 2 dl av D-vitamin mjólk svarar til 20 % av D-vitaminnøgdini, sum tilráðingin mælir okkum til at fáa dagliga. D-vitamin mjólkin verður seld í litur pakkum, og prísurin kemur at vera tann sami sum á vanligu lættimjólkini.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður