Heimatíðindi

Matslóðarin leitar aftur til tað almindiliga

Matslóðarin leitar aftur til tað almindiliga
2018-05-19 14:10 Author image
Ingi Samuelsen

- Satt at siga leiðist eg eitt sindur yvir alt snobbaríið, sum er tengt at matstovuvinnuni í løtuni, har tað meira snýr seg um at fáa teir røttu útlendsku journalistarnar at dáma teg, enn at syrgja fyri at tann einstaki kundin fær eitt gott upplivilsi.

- Mítt endamál við Skeiva Pakkhúsi er at venda aftur til tað almindiliga, og at finna aftur hugnan við at gera mat og borðreiða fyri gestum.

Soleiðis sigur virðislønti kokkurin, Leif Sørensen, sum týsdagin letur upp nýggjastu matstovu sína í hugtakandi bygninginum, kallaður Skeiva Pakkhús við Rættará.

Skeiva Pakkhús verður eisini navnið á staðnum. Sambært Leif sjálvum, verður Skeiva Pakkhús als ikki tað sama sum undanfarnu matstovur hansara, har hann sló navn sítt fast sum slóðarin av føroyskum matkynstri, fyrst Gourmet í hølunum har tað nú er írsk pubb og síðan sum fyrsti høvuðskokkur á Koks á Hotel Føroyum.

Ikki so nógv hokuspokus
- Eg eri farin at leita meira aftur til ta siðbundnu matgerðina, har tað ikki er so nógv hokus pokus við tí heila.

- Eg ynski heldur, at gestirnir, sum koma í Skeiva Pakkhús, fáa nakað av tí somu kensluni, sum tey fáa, tá tey fara inn í eitt siðbundið trattoria í Italia, til dømis. Tað skal vera einfalt uttan tað stóra hóvastákið. Endamálið við matinum skal vera at gera fólk glað, sigur Leif Sørensen, og greiðir frá, at hann seinastu tíðina alt meira er farin at tekkjast rørslum innan matídnaðin, sum brúka heiti, sum tildømis ’slow food, ’casual’ ella ’honest food’.

- Tað sigur mær meira í dag, sigur royndi kokkurin, sum seinastu árini hevur brúkt nógv av tíðini til at gera royndir við smakki, men eisini ferðast runt í serliga Norðurlondum og leita sær íblástur og eisini givið øðrum kokkum íblástur.

Hesar seinastu vikurnar eru tó mest brúktar til at fáa hølini í Skeiva Pakkhúsi innrættað, so matstovan kann latast upp fyri almenninginum týsdagin.

Hølini anga av søgu
Tað hevur verið ein avbjóðing, tí talan er um eini serstak hølir. Talan er um upprunaligu kolagoymsluna hjá Valdemar Lützen frá einaferð í 1920’unum. Her eru grótveggir, sum framvegis eru svartir av koladustinum frá tíðini tá kolið varð lossað við hjólbørum eftir eini rampu oman á kolakaiini og inn í pakkhúsið.

Her angar av maritimari søgu inni í nýístandgjørdu hølunum. Barrdiskurin og nøkur av borðunum eru hegnisliga tilevnað burtur úr gomlu mesanmastrini á slupppini Westward Ho, ið liggur beint uttan fyri stóru rútarnar móti sjóvarmálanum. Ovara hæddin – ein svali fram við grótveggunum – er eisini stívað av við einum bummi frá Westward Ho, ella kanska var tað Polo. Í hvussu so er stavar ein hugtakandi bonkur, ið stendur í einum horni í niðaru hæddini, frá Polo.

Stólarnir eru servaldir sniðstólar, ið eru funnir í einum eldri missiónshúsi í Norðurjútlandi – annars er tað mesta av innbúgvinum gjørt til hølið. Møblasniðgevin Heini Weihe hevur gjørt nakrar serligar benkur, og hevur eisini sniðgivið stóru koparlampuna, sum hongur mitt í høga rúminum og setir sín heilt serliga dám á hølið.

Her inni er hópin av smáfinessum og handaligum loysnum, ið skuldu finnast, tí talan er um alt annað enn eitt regulert rúm, hóast tað ’skeiva’ í Skeiva Pakkhúsi meira er at finna í ovaru hæddunum av bygninginum.

Opið frá morgni til út á náttina
Men hvat kemur Skeiva Pakkhús so at bjóða? spyrja vit Leif Sørensen.

Talan verður um eitt stað, ið verður opið frá fyrrapartinum til út á náttina. Allan dagin er møguleiki at keypa sær smárættir av ymsum slag. Móti middegi verður verður ein buffet við døgurðarættum sett upp. Seinnapartin verður dentur lagdur á útboðið av køkum, sum egni kondittarin á matstovuni stendur fyri. Móti kvøldi broytist staðið til eina meira vanliga matstovu við stórum úrvali av døgurðarættum.

Men talan er eisini um, at fólk kunnu støkka inn og keypa okkurt at drekka. Barrin hevur egnan barrvørð, Ára Ákason, ið hevur útbúgving sum tænari, barrvørur og vertur frá hotelli í Týsklandi og hevur egna sær servitan í at blanda kokkteylar.

Leif Sørensen sigur, at hann enn ikki hevur lagt seg fast á, hvat matkortið í Skeiva Pakkhúsi skal hava at bjóða. Tað verður ein ’ongoing process’ í hvussu so er tað fyrsta árið

Smærri rættir
Men tað vera ikki stórir búffar av grill, ið verða borðreiddir her. Talan verður meira um smárættir eftir nøkulunda sama leisti, sum eitt nú matstovurnar Barbara og Katrina Christiansen bjóða. Altso, at tú ikki keypir ein høvuðsrætt, men keypir tær tveir ella tríggjar ymsar rættir.

Sostatt verður ikki talan um eina dýra matstovu eftir tórshavnskum mátistokki. Rættirnir koma at liggja frá umleið 80 til 160 krónur, sigur Leif Sørensen og nevnir nakrar av rættunum, ið verða at velja ímillum hesa fyrstu tíðina: Aspars, oksatatar, toskalippur, toskur, ið hevur ligið náttina í tara, ein ’risotto’ við perlubyggi, royktur laksur við spinati, snerkt svínariv. Fleiri spennandi ostar og tvey sløg av omaná, eitt nú heimagjørdur ísur við brendum smøri.

Úrvalið av víni er eisini eitt projekt undir uppbyggjan. Saman við víninnflytarum hann kennir í eitt nú Danmark, hevur Leif valt sær nøkur sløg av víni heim, sum skulu vera grundarlagið undir víngoymsluni í Skeiva Pakkhúsi.

Leif viðgongur, at hóast hann roynir at ganga ímóti snobbarínum, so verður møguleiki at brúka nógvar pengar upp á gott vín í Skeiva Pakkhúsi um tað er tað, ein vil, hóast tað fyri tað mesta verður vín í einum prísflokki, sum hann metir vara passaligur ella hóskandi.

Sí fleiri myndir

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Tjúguni í Føroyum

Tjúguni í Føroyum

Í 2017 yvirhálaðu føroyingar í tjúgunum teir í tretivunum við 19 menniskjum í fólkatali

Meira langlesnaður