Heimatíðindi

Matkovin styttir um teinin millum framleiðara og keypara

(mynd: matkovin.fo)

(mynd: matkovin.fo)

2020-06-03 11:00 Author image
Bryndis Hjartardóttir

Seinastu tíggju árini er áhugin fyri føroyskum mati vaksin munandi, men meginparturin av okkara mati verður innfluttur úr fjarskotnum londum. Vit eru ikki nóg røsk at framleiða og keypa føroyskar matvørur. Nýggi matportalurin Matkovin er ein roynd at stimbra føroysku matframleiðsluna og endamálið við síðuni er at varpa ljós á føroyska framleiðaran og tær nærvørur, ið eru til keyps kring landið, sigur Sunniva Gudmundsdóttir Mortensen, eigari av Matkovanum.

Umframt at stytta teinin millum framleiðara og keypara, fer Matkovin at kunna um viðkomandi evni og viðurskifti. Tað er týdningarmikið, at keyparin kennir og skilur arbeiðskorini hjá framleiðaranum. Hetta vekir virðing fyri framleiðaranum, stendur í skrivi frá fyriskiparunum.

Heimasíðan ger tað lættari hjá keyparanum at finna føroyskar rávørur og at nema sær vitan um framleiðaran. Á síðuni ber til at keypa alskyns føroyskar vørur, alt frá tara til rullipylsu. Ein leitil á heimasíðuni hjálpir brúkaranum at finna ávísan framleiðara ella vøru og síggja, hvar í landinum tey eru stødd.

Tað er Sunniva Gudmundsdóttir Mortensen, sum eigur og rekur Matkovan. Hon er útbúgvin fólkalívsfrøðingur við serøki um mat, umhvørvi og visuelt samskifti, og hevur drúgvar royndir í verkætlanum um føroyskan mat

Sambært henni er órættvís kapping við innfluttar vørur, ov lágur søluprísur, vantandi almenn kunning um framleiðaran og vantandi politiskur áhugi at stimbra framleiðsluna av føroyskum mati eru viðurskifti, sum darva virksemi hjá føroysku matframleiðarunum arbeiða undir. Sambært fyriskiparanum kann føroyska matvinnan mennast og stimbrast á ymiskan hátt, og Matkovin er tí ein roynd at stuðla føroysku framleiðarunum.

Heimasíðan er bæði fyri ítrivs-og fulltíðarframleiðarar og einasta kravið fyri luttøku sum framleiðari er, at rávøran er føroysk.

Heimasíðan kann síggjast her

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður