Heimatíðindi

Marknaðardeildirnar leggja saman

Kenneth S. Bærendsen, fyrisitingarleiðari á Dimmalætting og Niklái Nysted, stjóri á Knassum, sum rekur portal.fo, fáa síðstu lutirnar upp á pláss

Kenneth S. Bærendsen, fyrisitingarleiðari á Dimmalætting og Niklái Nysted, stjóri á Knassum, sum rekur portal.fo, fáa síðstu lutirnar upp á pláss

2018-03-12 15:12 Author image
Innsent

Marknaðardeildirnar hjá Dimmalætting og Portalinum leggja saman. Feløgini hava ásannað, at økta kappingin á marknaðinum hevur skapt ein tørv fyri eini deild, sum fevnir meira breitt og kann veita kundunum dygdargóðar pakkaloysnir og eina enn betri ráðgeving og heildartænastu enn áður.

Nýggja deildin fevnir um størsta netmiðilin í landinum, portal.fo, umframt dimma.fo og blaðið Dimmalætting, sum leggur seg eftir at framleiða dygdartíðindi til føroyingin, sum vil vita meira.

- Skalt tú hava boðskap tín heilt út í allar krókar í landinum, ella enntá út um landoddarnar, so er marknaðardeildin Meldur júst amboðið fyri teg, siga Kenneth S. Bærendsen, fyrisitingarleiðari á Dimmalætting og Niklái Nysted, stjóri á Knassum.

- Eingin uppgáva er ov stór og eingin ov lítil, tá tað snýr seg um at hjálpa tær til at fáa lýst fyri tínari vøru ella tænastu. Okkara starvsfólk hava royndir og evnir, sum tey brúka til at geva tær eina tænastu, sum er í hásæti. Vilt tú verða sjónligast í landinum, tá tað snýr seg um at fáa kunnað um tína vøru ella tænastu, lat so Meldur hjálpa tær, leggja teir afturat.

Tað er Kenneth S. Bærendsen, sum er leiðari á Meldri.

  

  

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður