Heimatíðindi

Marine Harvest hevði 114,5 milliónir í avlopi í 2017

Marine Harvest hevði 114,5 milliónir í avlopi í 2017

(Mynd: marineharvest.fo)

2018-05-14 11:10 Author image
Ingi Samuelsen

Pf. Marine Harvest Faroes, sum er føroyski parturin av risastóru norsku alifyritøkuni Marine Harvest ASA, hevði eitt gott ár í fjør við einum avlopi á roknskapinum upp á 114,5 milliónir krónur.

Hóast avlopið er stórt, var úrslitið í 2017 lítið í mun til metárið frammanundan, tá virksemið í Marine Harvest Faroes gav eitt avlop upp á 210 milliónir krónur. Seinastu fimm árini hevur úrslitið í miðal verið 107,5 milliónir krónur.

Umsetningurin í 2017 var nakað lægri enn árið frammanundan við 352 milliónum í nettosølu í mun til 605 milliónir krónur í 2016. Í leiðslufrágreiðingini til roknskapin verður sagt, at tøkunøgdin í felagnum sveiggjar frá ári til árs, og at hetta er høvuðsorsøkin til at nettosølan var nakað minni í 2017. Felagið væntar at nettosølan tí verður nakað hægri nú í 2018. Í ár fer felagið eisini aftur at royna at seta laks út í tveir aliringar á nýggja aliøkinum hjá felagnum á Sandsvág.

Selja mest til Russlands
Russland er nógv størsta keyparalandið av laksi frá Marine Harvest framgongur av ársroknskapinum. Av søluni upp á 352 milliónir krónur, keyptu russar fyri 238 milliónir krónur.

Søla av saltfiski frá dóttirfelagnum Sandoy Seafood er eisini ein týðandi partur av søluni hjá felagnum. Marine Harvest seldi saltfisk til Spania fyri eitt virðu á 144 milliónir krónur brutto – netto var sølan góðar 10 milliónir krónur.

Marine Harvest Faroes havði ein bruttovinning í 2017 á 186 milliónir krónur. Felagið rindaði 29 milliónir krónur í lønum til tey um 40 starvsfólkini í felagnum og góðar 25 milliónir í skatti.

Allur vinningurin upp á 114,5 milliónir krónur verður framfluttur, so eginognin í felagnum nú er 605 milliónir krónur.

Tað er stóra norska felagið Marine Harvest ASA, sum eigur føroyska felagið við sama navni. Í ársfrágreiðingini verður staðfest, at samhandilin við norska móðurfelagið er avmarkað, og at allur samhandil fer fram eftir marknaðartreytum.

Kelda: Vinnuvitan.biz

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Meira langlesnaður