Marin Katrina eigur at biðja starvsfólkini um umbering

2016-06-14 13:20 Author image
Dimma

Skjalatilfarið hjá "Thorshavns udenbys Sogns kommune" er framvegis til skjals. Tí meti eg, at Marin Katrina Frýdal skyldar starvsfólkunum í umsitingini hjá Tórshavnar kommmunu eina umbering.

Í langari grein skuldsetir Marin Katrina Frýdal meg og starvsfólkini at hava forkomið skjalagoymsluni hjá Argja kommunu, "sum varð koyrd í ruskposar og beind á Brennistøðina, har hon fór upp í royk. "

Nú er tað soleiðis, at umsitingin umsitir tílík mál, og at fastar reglur eru galdandi fyri handfaring av tílíkum skjølum. Og tað stutta av tí langa er, at skjølini hjá Argja kommunu eru varðveitt, soleiðis sum lógin fyriskrivar.

Tórshavnar kommuna yvirtók skjølini í nítiárunum, og tað var eitt stórarbeiði at rudda og skipa hetta tilfar sambært galdandi reglum.

Skjalatilfar er í dag til varðveitslu hjá Landsskjalasavninum, t.d. gerðabøkur, fíggjarætlanir, roknskapir, skúlaviðurskifti og skattamál og mangt annað. Byggimálini vórðu øll umjournaliserað í skipanina hjá Tórshavnar kommunu og eru á goymslu í skjalasavninum hjá Tórshavnar kommunu.

Skjøl viðvíkjandi størri tekniskum verkætlanum á Argjum, so sum útstykkingar, spillvatnsleiðingar og fótbólsvøllur, eru somuleiðis í skjalagoymsluni hjá kommununi.  

Eg undrist, at man ikki kannar ella spyr, áðrenn farið verður út í almennu og sosialu miðlarnar við slíkum álvarsligum uppáhaldi. Hetta er samstundis ein grov ákæra móti okkara starvsfólk um, sum hava uppiborið eina treytaleysa umbering.

  

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður