Heimatíðindi

Maj-Britt frá Hjalparfolkafelagnum: Man skal kenna seg tryggan, tá man kemur til okkum

Maj-Britt Winter Hentze Jacobsen, forkvinna (Mynd: hjalparfolkafelagid.com)

Maj-Britt Winter Hentze Jacobsen, forkvinna (Mynd: hjalparfolkafelagid.com)

2019-01-31 11:25 Author image
Turið Justinussen

Hjálparfólkafelagið hevur gjørt avtalu við fíggjarmálaráðið og kommunala arbeiðsgevarafelagið um at eftirlønin hjá limum í hjálparfólkafelagnum verður flutt í Betri Pensjón

Hjálparfólkafelagið boðar í morgun frá, at felagið nú endaliga hevur vunnið sær tíðandi rættindir í trætuni um eftirlønina, sum framyvir verður í Betri Pensjón. 

Hetta merkir, at Hjálparfólkafelagið kann bjóða øllum limum sínum eina tryggingaravtalu í Betri Pensjón, har tímalønt sjálvvirkandi eru tryggjaði í Hjálparfólkafelagnum. Um ein, sum limur í Hjálparfólkafelagnum við eftirløn hjá Betri Banka, savnar allar sínar tryggingar har, fær ein 20 prosent av goldnum tryggingum aftur- og útgoldnar einaferð um ári. 

Sambært kunngerðini á heimasíðuni hjá felagnum í morgun, er hendan tryggingaravtalan betri, enn tann Pedagogfelagið kann bjóða limum sínum, og forkvinnan í Hjálparfólkafelagnum, Maj-Britt Winter Hentze Jacobsen, letur frætta, at málið hevur tikið langa tíð at føra á mál:

- Tað er ikki hent av sær sjálvum. Vit hava allatíð kempað fyri at fáa tryggingar- og eftirlønarviðurskiftini uppá pláss, sigur hon í samrøðu við Dimmalætting.

[object Object] 

Betraðu umstøðurnar skulu gera felagið limasterkt
Forkvinnan fegnast um vunna stríðið, ið vísir hvørja styrki felagið hevur. Sambært henni, fer hetta at eggja fólki at lima seg inn í felagið: 

- Vit hava ikki verið úti og roynt at fingið limir, tí vit hava bíða eftir hesum. Man skal kenna seg tryggan, tá man kemur til okkum, sigur Maj-Britt Jacobsen og leggur afturat: 

- Nú føla vit, at alt umsíður er komið uppá pláss, og at vit kunnu standa fram við tilboði um góða trygging og eftirløn. 

Hjálparfólkafelagnum ætlar í næstum at fara út á stovnar at greiða frá hvat felagið arbeiðir við, og hvørjir fyrimunirnir eru, við at gerast limur í felagnum.  

[object Object]

(Mynd: betri.fo)

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður