Magnus er andlitið úteftir hjá handverksmeistarunum

2017-04-02 18:16 Author image
Dimma

Hann er lættur av lyndi, væl upplagdur, fryntligur og fyrikomandi.

Men far ikki skeivur av honum.

Hann kann eisini um neyðugt seta knyklar í brýr, tá ið ræður um at verja áhugamálini hjá handverksmeistarum og stættini annars.

Hesir eginleikarnir eiga ivaleyst sín lut í, at 60 ára gamli Magnus Magnussen hevur sitið tryggur í formanssessinum í Føroya Handverksmeistarafelag (FHMF) seinastu 13 árini.

27. februar hevði hann eisini 20 ár á baki sum nevndarlimur í Havnar Handverksmeistarafelag, har hann eisini var formaður í fleiri ár. Í løtuni er hann næstformaður har.

 

Altíð verið fakfelagsáhugaður

- Eg havi altíð havt stóran áhuga fyri fakfelagsarbeiði, serliga útbúgvingarviðurskiftunum, greiðir Magnus Magnussen frá.

Longu sum 19 ára gamal miðskeiðis í sjeytiárunum var hann sum elektrikaralærlingur við í fremstu røð at stovna Havnar Handverkslærlingafelag og gjørdist fyrsti formaður tess. Endamálið hjá felagnum var júst at virka fyri at bøta um útbúgvingarviðurskiftini.

- Síðani eg kom at sita hinumegin borðið, hevur látur mangan verið gjørdur burturúr hesum á fundum millum meistarar og handverkarar, sigur Magnus brosandi.

Hann og Føroya Handverksmeistarafelag, sum hann er andlitið úteftir hjá í dag, eru at kalla javngomul – verða ávikavist 61 og 60 ár seinni í ár.

Lesið meira í temablaðnum um BYGGIVINNU, sum er við blaðnum hetta vikuskiftið

  

  

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður