Heimatíðindi

Magnus Heinason sum eftirgjørt riv

2018-12-16 08:50 Author image
Leif Láadal

Tað ljóðar eitt sindur vilt, men tað er als ikki ókent aðrastaðni í heiminum. Eitt skip verður søkt á grunnum vatni, og gerst harvið eitt eftirgjørt riv, har kavarar kunnu fara niður og uppliva ta undirsjóvarnáttúru, sum mennist. Slíka ætlan arbeiðir kavarin Bogi Krossteig við.

Eitt er, at havfrøðingar kunnu fáa gagn av einum slíkum eftirgjørdum rivi, eitt annað er, at slíkt skipsvrak kann brúkast til bæði trygdarskeið og ferðavinnu. Bogi nevnir, at bæði sløkkilið og bjargingarfeløg kunnu brúka skipið til venjingar, men so er tað eisini spurningurin um veksandi øðrvísi ferðavinnuna, sum er við at taka seg upp.

– Kavarar eru sum onnur ferðafólk. Tey ferðast runt knøttin og uppliva tað, sum er at síggja, og eftirhondini, so hava tey verið runt flestustaðni, og vilja uppliva nakað nýtt. Og tað nýggja kunnu tey uppliva her hjá okkum, metir Bogi.

Hann nevnir, at Ísland er blivið eitt vælumtókt stað at ferðast til fyri at kava, og áhugin fyri Føroyum er eisini vaksandi.

– Og hetta eru fólk, sum vilja brúka nógvar pengar upp á at sleppa at kava, umframt at tey eru sinnað at koma her alt árið, og tá tey so ikki eru her og kava, leggja tey eisini pengar eftir seg á landi, sigur Bogi, sum sær stórar møguleikar í júst einum eftirgjørdum rivi í Kaldbaksfirði.


Brot úr longri grein í Dimmalætting hesa vikuna. Dimma+ haldarar kunnu lesa alla greinina HER

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður